Hetta vil eg ikki uppliva aftur

FJALLMAÐUR Í NEYÐ Tá ið menn vóru og róku nú ein dagin, kom ein fjallmaður illa fyri, men tað gekk leingi at fáa hjálp til hann tí sambandið til fartelefon var so vánaligt

- Hetta vil eg so ikki uppliva einaferð afturat.
Martin í Nesi í Hvalba hevði ein óunnuligan dag á fjøllunum, nú ein dagin, teir vóru og róku í ullarroyting.
Tann eini maðurin, ein blaðungur og serstakliga raskur rakstrarmaður í góðari venjing, varð brádliga illa fyri og mestsum sakk saman aftanfyri ein stein.
Hann var rættiliga einsamallur, so ongin sá hann.
Tað eydnaðist honum at fáa boð frá sær við tað, at hann ringt við fartelefonini á alarmsentralin og fekk givið teimum telefonnummarið hjá fleiri av hinum rakstrarmonnunum.
- Men hann fekk bara fatur alarmsentralinum. Hann royndi at ringja fleiri onnur nummur, men tað var onki samband at fáa við nakran.
- Yvirhøvur er fartelefonsambandið so vánaligt allastaðni í haganum, at tað er bara á heilt ávísum smáum blettum, at samband fæst, sigur Martin í Nesi.
Hann sigur, at beinanvegin, tú missur bygdirnar úr eygsjón, er sambandið eisini burtur.
- Í hesum føri var avleiðingin tann at tað gekk ein fitt løta til alarmsentralurin fekk fatur á einum av hinum rakstrarmonnunum, sum av tilvild var komin á einum av hesum blettunum, har samband fekst.
- Hesin rakstrarmaðurin fekk so boð frá sær og so fór alt fólkið alt fyri eitt at leita, sigur Martin í Nesi.
- Men hóast vit ringdu og ringdu, fekst onki samband við mannin, sum var komin illa fyri og tískil gekk tað leingi, til vit funnu hann.
- Tað var ein ræðulig løta har allir mans gingu í spreingisgongu runt í haganum og leitaðu. Men tað er víðført og tað er næstan ein tími niðri úr dalinum, niðan har, vit mettu, at hann var.
- Sostatt gekk tað ein tími, til vit funnu mannin og tá var hann rættiliga illa fyri við rættiliga veikum pulsi.

Runnu runt eftir sambandi
Martin í Nesi sigur, at tíbetur var ein av rakstrarmonnunum lækni og hann kom so á staðið og skipaði fyri teirri fyrstu, bráðfeingis hjálpini og tað var at breiða heit klæðir út yvir mannin og geva honum heitt at drekka.
- Tá ernaðist hann nakað, men tað var ikki at bjóða til at fara til gongu og læknin helt, at frægast var at fáa hann til lækna.
- Men onki samband fekst og rakstrarmenn mátti tískil at renna sum fyri lívinum runt í haganum við telefonini í hondini at leita eftir sambandi.
Tað eydnaðist langt um leingi at fáa samband og síðani kom tyrla eftir manninum og førdi hann á sjúkrahús.
- Tíbetur var einki álvarsligt á vási hesuferð, so hann slapp heim aftur longu um kvøldið
Men maðurin hevði fingið skaða nakrar dagar frammanundan, har økslin var farin úr lið og óstbeinið brotnaði.
- Læknin helt at orsøkin til, at hann brádliga varð blivin so illa fyri, var, at hann hevði lagt ov nógv fyri í rakstrinum við skaðanum, hann hevði, og at kroppurin hevði reagerað so kraftiga ímóti tí at hann varð blivin ússaligur.

Nógv fólk
Martin í Nesi heldur lítið um, at telefonsambandið skal vera so vánaligt nógva staðni á fjøllunum.
- Hesuferð endaði alt væl, men eg tori illa at hugsa mær, hvussu endin kundi verið, hevði talan verið um nakað álvarsligt.
- Tað er rættiliga nógv fólk, sum gongur í haganum í sambandi við seyðahald ella bara á útferðum.
- Vit royna at føra okkum fram sum eitt ferðamannaland. Ein tann fremsti áhugin hjá nógvum ferðafólki er nettupp at ganga á fjøllunum.
- Summi støð í haganum eru serstaliga væl dámd ferðamál. Norðaliga í Suðuroy er Vatnsdalur. Men serstakliga er Hvannhagi ímillum Hvalba og Tvøroyri eitt av mest vitjaðu ferðamálum í Suðuroy, men har er heldur onki samband, sigur Martin í Nesi.

Vestar hjálpa
Martin í Nesi sigur, at síðani hesa hendingina, hevur hann keypt øllum rakstrarmonnunum appilsinfarvaðar vestar, sum øll skulu vera í, tá ið rikið verður.
Vestarnar hava teir roynt í fjøllunum og tað við rættiliga góðum úrsliti.
- Vestarnir eru ein øgiliga góð hjálp, tí tað er ótrúligt so væl, fólk síggjast í teimum, eisini rættiliga langt frá, sigur hann
- Vit eru rættiliga væl fyri
-
- - Tað er ein rættiliga stór avbjóðing at tryggja fartelefonsamband á hvørjum bletti í landinum.
- Tað sigur Kristian Davidsen, stjóri í Føroya Tele.
- - Men afturímóti øðrum londum, eru vit í Føroyum rættiliga væl fyri, leggur hann afturat.
- Hann kann ikki lova, at fartelefonin verður útbygt, so at samband kann tryggjast á hvørjum bletti allastaðni í haganum.
- - Vit eru eitt fjallaland, so tað krevur nógvar antennur at tryggja samband allastaðni.
- - Nógva staðni krevur tað eisini mastrar, sum skulu hava streym, so tað er ein serlig avbjóðing.
- - Eg havi nýliga verið í Danmark og hóast Danmark er flatt sum ein pannukaka, má ásannast, at nógva staðni í Jútlandi, er sambandið serstakliga vánaligt.
- - Tann eina dagin koyrdi eg eftir motorvegnum úr Aarhus yvir á Fjón og sjálvt á mortorvegnum er so vánaligt samband nógva staðni, at tað bar ikki til at føra eina samrøðu.
- - Eg veit onki land, har fartelefonsamband er allastaðni, og í Føroyum eru vit nógv betri fyri enn nógva aðrastaðni, leggur hann afturat.
- Hann skilir væl, at tað er ein øgiliga keðiligur trupulleiki, at samband ikki fæst í eini neyðstøðu.
- - Men tað er ómetaliga tórført at tryggja sambandið allastaðni.
- Kristian Davidsen sigur, at tá ið telefonsambandið verður bygt út, verður tað gjørt eftir aðalregluni um, at fyrst verður sambandið tryggjað í bygdum øki og síðani verður tryggjað, at samband er framvið vegunum.
- - Í hesum høpi eru vit komin rættiliga langt í Føroyum.
- - So kemur sambandið í óbygdum økjum í triðju røð, men vit byggja út alla tíðina, so tað batnar alsamt.
- Kristian Davidsen sigur, at seinastu árini hevur Føroya Tele raðfest at bøta um møguleikarnar fyri interneti á sjónum, og 3G sambandið, frammaliga, og tað er ein orsøk til, at tey ikki eru komin enn longri at útvega fartelefonsamband á landi