Klokkan 14:53 koyrdi ein lastbilur inn í ein handil á Drottninggatan. Fýra fólk eru deyð, 15 eru særd.
Ein lastbilur koyrdi seinnapartin í gjár inn í Åhléns Varehus í Drottninggatan mitt í Stokhólmi. Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 14:53.
Svenska løgreglan sigur, at fýra persónar eru deyðir, og at 15 fólk eru særd, harav 9 eru komin álvarsliga til skaða.
Løgreglan sigur ikki, at talan endiliga er um eina yvirgangsatsókn, men hendingin verður kannað sum ein slík.
Svenska løgreglan hevur í gjárkvøldið handtikið ein persón í sambandi við lastbilaálopið.
– Vit vátta, at ein persónur er handtikin fyri at hava verið blandaður upp í málið, sigur Lars Byström, talsmaður hjá løgregluni.
Svenska løgreglan og trygdartænastan, Säpo, eftirlýsa ein mann, sum er sæddur á staðnum beint áðrenn álopið. Enn er óvist, um talan er um sama persón, sum er handtikin, men lýsingin av manninum passar.
Felagið, sum eigur lastbilin, Spendrups, sigur, at bilurin er stjolin. Talsmaður hjá felagnum, Mårten Lith, sigur, at bilførarin var við at avskipa vøru, tá ein ókendur maður leyp inn í bilin og koyrdi avstað við bilinum.