Vit standa nú í eini keðiligari støðu, og vit noyðast at halda fast og royna at finna stevið aftur í ferðavinnuni.
Bøndur hava lagt frá sær og stongt sínar hagar. Ikki tí teir ikki vilja samstarva við ferðavinnuna – men tí karmarnir, sum eru lagdir frá myndugleikunum, gera tað óneyðuga svárt um ikki at siga ómøguligt.
Ein kunngerð frá Vinnumálaráðnum ásetur, at bøndur, sum gera íløgur fyri at bøta um umstøðurnar fyri ferðavinnu á sínum lendum, bert kunnu taka gjald, sum svarar til kostnaðin av gøtuni. Tá ið íløgan er afturgoldin, er gjald ikki longur loyvt – hóast hendan tænastan framvegis verður veitt.
Hetta er ein regulering, sum brýtur við alt, vit kenna frá vanligum vinnuligum virksemi.
Strikað í samtyktu lógini
Í upprunauppskotinum stóð í grein 15, at loyvt var bara at taka gjald, til gøtan var goldin. Henda áseting er strikað í samtyktu lógini. Talan er sostatt um eini misskiljing, sum MÁ rættast – og tað beinavegin!
Ongar aðrar vinnur virka soleiðis
Vit síggja ongastaðni aðrastaðni í samfelagnum ella í heiminum, at ein veitari av einari tænastu bert kann taka gjald, til íløgan er útgoldin – og skal síðan arbeiða ókeypis.
Ein reiðari kann ikki bert taka farmagjald, til til skipið er útgoldið.
Og ein hotellveitari kann sjálvandi taka gjald fyri síni kømur, hóast bygningurin er goldin.
Hví skal júst bóndin vera tann einasti, sum ikki kann reka sína ogn við vanligum marknaðartreytum?
Hetta má snúgva seg um eina misskiljing.
Hetta snýr seg ikki bara um pengar
Hetta snýr seg um prinsipp.
Bóndin eigur lendið. Hann hevur ábyrgdina. Hann livir við slitinum á náttúruna, ruddinga og trygdina.
Tá ið vit siga, at hann ikki kann taka eitt rímiligt gjald – men bert dekka eina einstaka íløgu – taka vit samstundis møguleikan frá honum at:
- umsita sína ogn
- taka ábyrgd á einum haldførum grundarlagi
- vera ein aktivur partur av ferðavinnuni
Úrslitið byrja vit at síggja nú; Hagar verða stongdir.
Frá óskipaðari til stongda ferðavinnu
Vit hava í longri tíð tosað um trupulleikan við óskipaðari ferðavinnu. Tað er ein veruligur trupulleiki.
Men tað, vit síggja nú, er hin øvuta gongdin.
Vit hava regulerað so nógv, at vit hava fingið stongdar hagar.
Og tað er minst líka álvarsamt.
Tí vil eg heita á viðkomandi myndugleikar at fáa hesa misskiljing rættaða, soleiðis at vit ikki missa ferðavinnuna sum bein at standa á. Eingin ivi má vera um, at bøndur kunnu virka eftir somu prinsippum, sum allar aðrar vinnur!
X við Eyðdis Hartmann Niclasen











