Hevði 3 kilo av hassji á sær


Fríggjakvøldið tók tollvaldið ein íslending, sum kom við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Keypmannahavn. Maðurin hevði heili trý kilo av hassji á sær. Hann hevði klistrað rúsevnini á kroppin, sum tollararnir funnu, tá teir kannaðu mannin nærri.
Maðurin, ið er 29 ára gamal, játtaði í grundlógaravhoyringini, at hann hevði tey trý kiloini á sær. Hann er varðhaldsfongslaður til 22. februar, og til 8. februar skal hann sita avbyrgdur, meðan løgreglan kannar málið nærri.
Maðurin segði, at hann ikki hevði ætlanir um at selja hassjið í Føroyum, men at hann skuldi víðari til Íslands við tí.