Fyrr í dag gjørdist tað greitt, at B36 hevur gjørt sáttmála við danska áleyparan, Philip Lund, sum kappingarárið 2015 skeyt fýra mál í seks dystum fyri júst B36.
- Tað er eitt av teimum frægu feløgunum í Føroyum, og vit blivu meistarar seinast eg var har. Tað var eisini ein av orsøkunum til, at eg valdi at siga ja takk. Teir vita hvussu teir skulu fara við mær í mun til tað, ið eg havi verið ígjøgnum, sigur Philip, óivað vísandi til teir nógvu skaðarnar, við bold.dk.
- Harumframt freistaðu Europa League-dystirnir í summar. Eg eri við at koma í ein aldur, har teir eru góðir at fáa við á CV, sigur 27 ára gamli áleyparin.
Onkur føroysk feløg hava alment sagt, at tey fara eftir at vinna FM næsta kappingarár, men soleiðis er ikki við B36.
- Felagið er ikki komið við nøkrum málsetningi, men persónliga eri eg komin til Føroya at spæla um meistaraheitið og vónandi eisini gera tað gott í Europa League, har vit í minsta lagi gjarna skulu víðari úr fyrsta umfari, sigur hann.
Hann sigur eisini, at hann hevði onnur tilboð enn B36.
- Eg hevði nakrar møguleikar her og har, eitt nú í Noregi og í Asia. Tað var ikki ráðiligt at fara til Asia, tí eg var ikki vísur í nøkrum og kundi endað við at missa tað, sum eg hevði frá B36. Besti pakkin var frá B36, sigur Philip Lund at enda.