Fríggjadagin varð eitt konufólk tikið á flogvøllinum við meiri enn einum kilo av hassji uppiásær.
Av Kriminaldeildini í Havn frætta vit, at Tollvaldið, vesturin í Vágum, tók kvinnuna í eini vanligari kanning.
Kvinnan, sum var tikin var ein 44 ára gomul donsk kvinna. Síðani eru tveir mans eisini handtiknir í málinum og leygardagin vóru tey øll trý framstillað til grundlógaravhoyring í Føroya Rætti.
Rætturin gjørdi av at fongslað tey trý til 19. apríl, ta fyrstu vikuna í isolatión.
Hetta lótu tey trý sær kortini ikki lynda og tí kærdu tey dómin inn fyri Eystara Landsrætt, sum kortini ikki hevur gjørt ein úrskurð í málinum enn.
Nøgdin - gott og væl eitt kilo - er tann størsta, sum er tikin av løgregluni í ár.
Verður nøgdin umroknað til pening, so svarar tað til góðar 100 túsund krónur. Kriminaldeildin sigur, at tann prísur teir kenna, er millum 100 og 125 krónur fyri grammi.
Menninir, sum vóru tiknir eru ein 24 ára gamal og ein 39 ára gamal.