Høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum í kvøld var á tvær miljónir krónur. John Asbjørn Egilsson úr Kvívík fekk fulla plátu og slapp av snara gekka-hjólinum. Hann valdi at deila tær tvær miljónirnar í teir tríggjar leyparnar við 700.000 krónum í hvørjum leypi.
Í øllum trimum royndunum steðgaði hjólið nær gula leypinum. Í fyrsta og øðrum drátti steðgaði hjólið á 10.000 krónum, einar tveir seymir frá gula leypinum. Hesar báðar royndirnar kundu givið John Asbirna ávikavist 50.000 og 30.000 krónur.
Men, ungi maðurin úr Kvívík valdi at taka av øllum trimum møguleikunum, og í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið beint áðrenn, har tað var steðgað í fyrstu og aðru royndini, nevniliga á 15.000 krónum, sum gjørdist vinningurin hjá honum í kvøld.
Í Gekka-spælinum í kvøld varð eisini drigið um tveir spildurnýggjar bilar, og her varð tað hvannasundsmaðurin, Jógvan Martin Hansen, ið átti seðilin, sum kringvarpsstjórin, Ivan Niclasen, tók burtur úr stóru rúgvuni av gekka-seðlum.
Tá Jógvan Martin Hansen varð ringdur upp av gekka-vertinum og fekk at vita, at hann hevði vunnið tveir spildurnýggjar bilar, helt hann fyri, at hetta var í meira lagi. Sjálvur eigur hann bil, læt hann gekka-vertin vita.
Jógvan Martin Hansen takkaði nógvar ferðir fyri bilarnar, og hann segði seg ikki duga at lýsa kensluna, hann sat við, nú tað var hann, sum varð vorðin vinnari av báðum bilunum í Gekka-spælinum í kvøld.