Hevði hótt við sjálvmorði

Í samband við málið um deyða mannin á Tinghúsvøllinum sendi Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini hjá løgregluni, í nátt út tíðindaskriv.

- Tá maðurin varð funnin, kundi staðfestast, at ein knívur sat í bringuni á honum. Hetta hevur fyrr í kvøld verið ført fram í fjølmiðlum. Kanningarnar higartil benda á, at maðurin kann vera deyður fyri egnari hond, eins og hann eisini hevði hótt við hesum beint frammanundan hendingina.

Tað sigur kriminalløgreglan í tíðindaskrivinum í nátt.

Lagt verður aftrat, at rættarlæknaliga kanningin av deyðsfallinum vónandi kann koma hesum nærri.

- Løgreglan ger í vikuskiftinum víðari kanningar og avhoyringar í málinum.

Bergleif Brimvík leggur aftrat, at um onkur heldur seg hava upplýsingar um málið, verða fólk biðin um at venda sær til løgregluna í Tórshavn, á telefon 351448.

- Tá nærri upplýsingar eru í málinum, verður eitt nýtt tíðindaskriv sent út, sigur kriminaldeildin.

Tað er Bergleif Brimvík, ið stendur undir skrivinum, sum er sent út í nátt.