Hevði hassj í viðførinum

Ein 47 ára maður var handtikin av løgregluni um vikuskiftið fyri at hava 800 g av hassji í viðførinum

Maðurin varð funnin uttanfyri terminalin á flogvøllinum í Vágunum. Men Bergleif Brimvík, leiðari á kriminaldeildini, sigur, at onki týðir uppá, at maðurin skuldi við flúgvaranum.
? Maðurin var avdottin, og í viðførinum hjá honum vórðu so 800 g av hassji funnin.
Maðurin varð skuldsettur og fór fyri rættin mánamorgunin.
Annars eru tvey máli komin fyri í rættinum, sum hava bíðað í eina tíð nú. Málið við danaum, sum smuglaði 20 kg av hassji, kom somuleiðis fyri í rættinum mánamorgunin. Og seinnapartin skuldi so málið um tveir italienarar, sum vórðu ákærdir fyri neyðtøku av eini 15 ára gamlari gentu, koma fyri í rættinum.