- Eg átti ein hálvvaksnan hvølp. Sacha var ein tekkilig blanding av labrador, puddil og border collie. Hendan hósmorgunin, 26. januar 2012, skuldu vit tværeinar fara suður til djóralækna at fáa hana koppsetta. Í seinastu løtu gjørdi sjeikur mín, Ludvík Christiansen, av at koyra við mær heldur enn at fara við bussinum suður í Maskinskúlan, sum hann var vanur. Vit gjørdu so eitt rend inn í sjálvtøkuna í bankanum. Tá ringir Katrina, systir mín, og bað okkum líka koma eftir sær, tí hon vildi eisini koma við at vitja systkinnabarn okkara í Havn, greiðir Annleyg Hansen frá.
Mótsetningar og tó
So eru tey klár at koyra, Annleyg í førarasessinum, Luddi undir hennara lið, og Katrina beint aftanfyri Annleyg við hvølpinum í fanginum.
- Katrina hevði ilt í hálsinum, so tá vit steðgaðu á bensinstøðini í Skálabotni at keypa bensin, keypti eg Katrinu hálsbomm av slagnum Halls – tey vit tí sterkasta myntsmakkinum. Tað eru tey bestu fyri hálsin, halda vit.
- Katrina og eg vóru góðar systrar, tó at vit vóru ógvuliga ólíkar. Hjá okkum hava vit kanska ein heldur harðligan málburð, men tað býr einki ilt í tí. Katrina kundi virka avvísandi, tá mann ikki kendi hana. Men kom mann at kenna hana, var hon øgiliga bleyt og samkennandi. Hon var tann fyrsta, sum eg fór til, um nakað var, og hon var mín besti vinur. Tó at vit kundu klandrast viðhvørt, var tað altíð lætt at gera tað gott aftur við Katrinu. Hon hevði ikki reiðiliga funnið sína hill, hevði tikið FHS og umhugsaði, hvat hon skuldi fara í holt við, greiðir Annleyg frá.
Katrina var elsta systirin, 19 ár, harnæst kom Annleyg, sum var 13 mánaðir yngri. Tær áttu ein beiggja, Agnar, sum tá var 15 og eina lítlasystur, Rannvør, sum bert var fimm. Tey trý elstu systkinni búðu hjá pápanum á Glyvrum. Mamman var árið fyri flutt til Havnar við yngstu systrini.
- Hon sat nú á baksetrinum við hálvvaksna hvølpinum í føvninginum. Hon plagdi at siga, at hon hataði hatta djórið, men í veruleikanum var hon fitt og góð við Sachu, minnist Annleyg.
Sera hált
Á veg innaftur í bilin varnaðust Luddi og Annleyg, at tað var ógvuliga hált, so hált at Annleyg mundi gliðið um koll. Hon gjørdist eitt sindur illa við. Tað var bert ein mánaður, síðan hon hevði fingið koyrikort, og hon var tilvitað um, at hon ongantíð hevði lært, hvussu mann handfer ein bil, sum fer á glið. Hon setti sær fyri at koyra øgiliga varliga og ið hvussu er ikki skjótt. Tá tey komu inn aftur í bilin, sat Katrina og tosaði í telefon við Sonnu, sum hon skuldi vitja.
- Onkrastaðni millum Skálabotn og vegin til Funningsbotn flennir Katrina í telefonina á sín vanliga argandi máta, at ”Annleyg hevur keypt mær hálsbomm, eg rokni við, at tey smakka at hundanum til.” Tað kann ljóða løgið fyri onnur, men millum okkum báðar var tað bara kerliga meint og okkara skemt. Men beint tá var tað, at tað hendi, greiðir Annleyg frá.
Ikki bremsa
Tað hendi alt so knappliga. Annleyg minnist bara, at hon føldi bilin glíða og gjørdi tað, hon kundi fyri at rætta bilin upp.
- Eg visti, at eg mátti ikki nerta bremsuna, annars ánaði eg ikki, hvat eg skuldi gera, minnist Annleyg.
- Harfrá er bara alt svart, inntil bilurin stendur í bønum. Haldi, at eg var vekk eina lítla løtu. Eg var ørkymlað og visti ikki, hvar eg var; eg vaknaði upp einsamøll í bilinum, sum stóð úti á bønum á øllum fýra hjólunum. Eg var ræðslusligin og ringdi beinanvegin 112 og fekk boðað frá, hvussu mong vit vóru. Klokkan var beint farin av 7.
- So hoyrdi eg róp, og fólk komu oman til mín í bilinum. Tey spurdu, um nakar annar enn eg var í bilinum, áðrenn hann fór útav. Hendan spurningin endurtóku tey upp í saman, sum trúðu tey mær ikki, at Katrina og Luddi vóru horvin. Eg loysti trygdarbeltið og reisti meg upp og vildi royna at leita. Men tað vildu tey ikki lova mær. Eg varð førd niðan í ein bil, sum stóð uppi á vegnum. Eg skuldi bara sita har og bíða, minnist Annleyg.
Finnið Ludda!
- Onkur teirra fór at leita í myrkrinum, og tey funnu Katrinu við lyktini í einari fartelefon. Hon lá slongd nokkso langt frá bilinum. Tað var øgiliga ringt at sita har og bara bíða. Eg skilti sum frá leið, at vit vóru gliðin í mótkoyrandi breyt, har vit høvdu rent á ein mótkoyrandi bil. Men eg visti ikki, hvussu støðan var hjá nøkrum av hinum. Tann, sum fann Katrinu, fortaldi, at hon, tá tey funnu hana, var so mikið vakin, at hon segði navnið á Ludda, og at tey eisini máttu leita eftir honum. So tað er Katrinu fyri at takka, at Luddi er á lívi í dag, eru Annleyg og Luddi samd um.
- Eg varð funnin beint við hegnið og lá við høvdinum niður í váta lendið millum Fjarða. Eg var í ørviti og bardist øgiligt fyri at fáa tey at sleppa mær, sigur Luddi, at sær er sagt.
- Har komu fýra sjúkrabilar, ein í part til okkum trý og ein til føraran í mótkoyrandi bilinum. Tað føldist, sum tað gingu tímar, til sjúkarbilar komu fram, helst hevur hálkan darvað. Katrina fór í fyrsta sjúkrabilinum, Luddi í øðrum og eg í tí triðja, sigur Annleyg.
- Eingin vildi siga mær nakað í sjúkrabilinum. Tað gjørdi meg bangna, tó at tað ivaleyst var fyri at verja meg, og helst hevur eingin reiðiliga vitað.
Køld inn á bein
Komin á sjúkrahúsið kendi Annleyg í fyrra lagi, at hon var bítandi køld inn á bein, tó at hon lá undir fleiri dýnum og teppum. Í øðrum lagi føldi hon ringa pinu niðarlaga í rygginum, eins og beinini læstust, og hon ikki fekk gingið.
Katrina og Luddi vórðu sjálvandi raðfest hægri at fáa kannað, skannað og so framvegis. Álvarsemið í støðuni gjørdist alt meiri greitt fyri Annleyg. Men eingin fekst at siga henni, hvat var hent, og hvussu systirin og Luddi livdu. Tað mátti merkja, at støðan var ring, helt hon.
- So komu mamma, babba, fleiri skyldfólk og vinkonur Katrinu - eitt satt meldur av fólki. Vit lógu øll í hvør sínari stovu á intensiv deild, greiðir Annleyg frá.
Vit mugu sløkkja
- Út á seinnapartin søgdu mamma og babba mær, at tey høvdu fingið at vita frá læknunum, at har var einki at gera at bjarga lívinum hjá Katrinu. Hon lá við andingartóli (respirator). Tey høvdu roynt at geva henni blóð, men kroppurin avvísti tað. Eg slapp inn at sita hjá henni saman við mammu, babba og beiggja mínum. Hon var so vøkur og tóktist bara at sova friðsælt. Bara okkurt smávegis skursl var at síggja á henni. Tað var so syrgiligt, minnist Annleyg.
- Mamma og babba skuldu taka avgerð um, nær sløkkjast kundi fyri andingartólinum. Omma, abbi og mostir sluppu eisini at siga farvæl fyrst. Ta seinastu løtuna vóru bara vit foreldur og systkin hjá Katrinu. Tað kann ikki lýsast við orðum, og alt var so ófatiligt og høpisleyst, greiðir Annleyg frá.
Luddi uttan vit
Tey vistu ikki, hvussu vorðið var við Ludda. Hann hevði vit, men svav djúpt.
- Hjá mær er alt svart frá vanlukkudegnum og tað mesta av vikuni eftir. Men mær er sagt, at eg vaknaði spakuliga dagin eftir vanlukkuna. Eg minnist brotpetti frá jarðarferðini, so sum rósur á benkrunum. Men eg minnist einki frá ervinum, tó at eg havi fingið at vita, at eg havi tosað við nógv fólk, greiðir Luddi frá.
Luddi fekk skaða. Hann breyt høvdið høgrumegin og kjálkabeinið, eins og hann fekk ein harðan heilaskjálvta. Nøkur arr síggjast á hansara høgru lið.
- Men eg síggi, hvussu sorgin nívir Annleyg, og eg eri her fyri hana. Eitt, sum sjálvandi eisini fyllir hjá mær er, at Katrina beitti tey víðari at leita eftir mær á vanlukkustaðnum. Hon eigur lívið í mær. Tað sleppi eg ikki at takka henni fyri, staðfestir Luddi.
Likamliga kom Annleyg væl frá vanlukkuni.
- Teir niðastu ryggjageislarnir brotnaðu eitt sindur, nøkur smápetti brotnaðu av, tó uttan at meiðsla mønuna. Tað gevur eitt sindur av pínu, og viðhvørt læsist beinið enn. Eg hevði eisini øgilig blá merki av trygdarbeltinum, og allur vinstri armur var bláur. Alt bendir á, at eg hevði fingið eitt hart slag á armin. Men eg eri væl sloppin, heldur Annleyg.
Hvat hendi?
Bilførarin, ið koyrdi aftan fyri tey ungu hendan vetrarmorgunin, kundi vátta, at tey koyrdu lutfalsliga spakuliga, nevniliga einar 60 km/t. Hált var, og tó at bilurin var skøddur við góðum heilársdekkum, var hon tilvitað um, at hon ikki visti, hvussu hon átti at bera seg at, um bilurin fór á glið – so tað mátti ikki henda.
- Tað, sum hendi var, at okkara bilur gleið í mótkoyrandi breyt, har ein mótkoyrandi bilur við sínum fronti rendi í ferðafólkamegin okkara. Tað vil siga fyri mótkoyrandi ein frontalur samanstoytur og fyri okkum ein síðusamanstoytur. Tað er vandameiri hjá tí, sum er fyri síðusamanstoyti, sigur Luddi.
- Bilførarin í mótkoyrandi breyt fekk tíbetur ongan skaða. Hann sat í trygdarbelti, og stoytkoddin riggaði eftir vild, greiða tey bæði frá.
- Okkara bilur rendi útav vegnum, hann rullaði ikki runt. Tað var bara ferðafólkasíðan, sum var farin. Hon var buglað næstan heilt inn í miðjuna á baksetrinum. Ferðafólkasíðan framman var eisini buglað inn, og tað var nokk farið av autoverjuni. Høvdið á mær hevur helst rakt í síðustólpan, og so eri eg helst slongdur út gjøgnum opnu hurðina, sigur Luddi.
- Førarasíðan var púra heil. Um Katrina hevði sitið í hasum forbrenda trygdarbeltinum, var hon ikki deyð, ásannar Annleyg.
Hvussu ber mann seg at í hálku?
Annleyg heldur, at tað manglar upplýsing, tá tað ræður um at koyra í hálku.
- Tað er so ofta, at tað er hált í Føroyum. Mong hava sagt mær aftan á, hvussu mann ger, men tá var ov seint. Tað eru mong stór tóm øki, har mann kundi lært seg – vit hava vanliga ovmikið av hálku í hesum landinum. Eg havi spurt nógvar javnaldrar, og tey flestu vita ikki, hvussu mann ger, um bilur missir vegtakið. Tíðum hoyrir mann um, at ungir dreingir sjálvir læra seg, men tað kann ikki vera rætti hátturin.
- Eg føldi, at tað var mær, tað var galið við, men eg var so tilvitað um at koyra varliga í hálkuni, og kortini gekk tað galið. Hjá okkum var tað bara so óheppið, at ein mótkoyrandi bilur kom, heldur Annleyg.
Bilbelti er lívbelti
Fyri Annleyg er tað sjálvsagt at vera íbundin, tá hon koyrir bil, og soleiðis hevur tað altíð verið hjá henni.
- Eg gekk bara út frá, at Katrina eisini var í trygdarbelti. Hetta var ikki nakað, vit tosaðu um. Í dag havi eg ilt við at fyrigeva mær sjálvari, at eg ikki tryggjaði mær, at øll vóru íbundin, harmast Annleyg.
- Eg plagdi ongantíð at brúka trygdarbelti, og heldur ikki hendan dagin. Eg helt tað føldist stramt og avmarkandi. Men nú brúki eg tað altíð, sigur Luddi avgjørdur.
Svárur longsul
- Eg sakni hana ræðuliga illa. Hon manglar so hjá allari familjuni. Nógv í hennara kamari stendur enn. Seingin og myndir, sum hon hevur hongt upp. Tað følist skeivt og tómt; tað eigur jú ikki at vera so, at mann doyr 19 ára gomul. Tó at eg var hjá henni, áðrenn sløkt varð fyri andingartólinum, er kenslan, at eg ikki fekk gjørt henni greitt, hvussu ómetaliga nógv hon hevði at týða fyri okkum øll.
- Summar morgnar, sum tann lítla løtan áðrenn mann er ordiliga vakin, og tað dagar fram fyri meg, at Katrina er burtur fyri altíð, tá slær sorgin øgiliga hart. Og so tá okkurt stórt er hent, tá er tað fyrsta, eg hugsi, at eg má ringja at fortelja tað fyri Katrinu. Tað er so svárt.
- Katrina elskaði børn og var so øgiliga góð við lítlusystur okkara. Hon plagdi eisini at trilla børnini á gøtuni og spæla við tey, tá hon var yngri. Herfyri spurdi sjey ára gamla lítlasystir okkara, Rannvør, um mær longdist eftir Katrinu, og eg játtaði sjálvandi. Hon segði, at hon royndi at lata vera at hugsa um Katrinu, tí hon gjørdist so kedd av tí. Hetta fingu vit okkum eitt prát um, báðar. Mann noyðist at vera kedd viðhvørt, og ið hvussu er heldur tað enn at gloyma, tí vit vilja sjálvandi ongantíð gloyma Katrinu, endar Annleyg.
Annleyg fekk studentsprógv í summar. Hon ætlar sær uttanlands undir víðari lesnað.