Hevði ikki torað við í X Factor sjálv

Hon hevur verið við í stórum tónleikabólkum, og nú skal hon verða við at kjósa ársins talent í X Faxtor, men sjálv hevði Pernille Rosendahl ikki torað at melda seg til X Factor

Pernille er 37 ára gomul. Hon eigur trý ára gamla sonin Tristan saman við Johan Wohlert, sum hon eisini spælir tónleik saman við í bólkinum The Storm.


Í skúlanum kendi hon seg at verða uttanfyri og einsom.


Pernille gavst í triðja ári á studentaskúla, tí hon var troytt av skúlanum.


Yrkisleiðin sum tónleikari byrjaði í sætta flokki, tá ið hon gjørdist partur av einum reggaebólki.


Hon var forsangari í bólkinum Swan Lee, sum í nøkur ár var eitt stórt navn í Danmark. Bólkurin gavst at spæla í 2005.


Stóra fyrimyndin hjá Pernille er amerikanska countrysongkvinnan Dolly Parton – og Pernille hevur sungið kór hjá Savage Rose.


Pernille skrivaði saman við fyrrverandi sjeiki sínum, Tim Christensen, sangin Tomorrow Never Dies til James Bond film av sama navni, men framleiðararnir brúktu heldur ein sang hjá Sheryl Crow.


- Størsta upplivilsið er at fáa eitt barn. Tað broytir alt hjá tær, sigur Pernille.


Hóast hon bæði livir saman við Johan Wihler og spælir tónleik saman við honum, so sigur Pernille, at tey troyttast ikki av hvørjum øðrum. Tey royna eisini at geva hvørjum øðrum pláss og frið viðhvørt.


Sjálv hevði hon ikki farið við í X Factor sum sangari, tí hon heldur, at hon er alt ov smæðin til tað.