Skulu allir pensjónistar fáa pensjón sum um at teir vóru stakir, hevði tað kostað einar 80 milliónir krónur um árið. Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, hevur spurt hana, hvat tað hevði kosta landskassanum at allir pensjónistar verða roknaðir sum einstaklingar.
Landsstýriskvinnan skilir spurningin soleiðis, at pensjónin hjá giftum pensjónistum verður hækkað upp á tað, sum pensjónin støku eru. Eini pensjónistahjún fáa annars lægri pensjón enn tveir stakir pensjónistar fáa tí at tey hava nógvar útreiðslur felags.
Hinvegin vísir hon á, at í nýggju pensjónslógini er hetta longu samtykt, so tað verður undir øllum umstøðum veruleiki í 2020
Men landsstýriskvinnan sigur, at tað eru ábendingar um, at tað serliga eru stakir pensjónistar, sum hava tað tungt.
– Ein fólkapensjónistur, sum missir hjúnafelagan, kemur í eina støðu, at inntøkan lækkar munandi, uttan at útreiðslurnar lækka samsvarandi.
Hon vísir eisini á, at hagtøl frá Hagstovuni vísa, at næstan tveir triðingar av fólkapensjónistum, sum búgva einsamallir, eru í fátækaváða. Hinvegin eru fólkapensjónistar, sum búgva saman við øðrum, ikki í so nógv størri fátækraváða enn aðrir bólkar í samfelagnum.
– Skulu 80 milliónir krónur um árið afturat markast til pensjónistar, eru tað teir pensjónistar, sum eru illa fyri fíggjarliga, sum fyrst og fremst skulu hava ágóðan, sigur Eyðgunn Samuelsen.