SAMRØÐA
Hann hevur skrivað fleiri enn 30 bøkur. Og fólk tíma at lesa hansara bøkur.
Vit tosa um Jógvan Isaksen, sum fyrr í vikuni fekk Heiðursgávu Landsins fyri sítt virksemi sum ummælari, ritstjóri, bókaútgevari og krimihøvundur.
Hann er føddur í Havn í 1950 og er vaksin upp við bókum.
- Eg havi altíð lisið nógv. Pápi las nógv, og báðir abbarnir lósu nógv, minnist Jógvan aftur á, og leggur afturat, at satt at siga las hann bøkur, áðrenn hann yvirhøvur dugdi at lesa.
- Foreldrini lósu nógv úr Sagnum og ævintýrum hjá Dr. Jakobsen, Føroyingasøgu og Robinson Kruso í týðing hjá Sverra Patursson, greiðir Jógvan frá.
Men hann leggur eisini afturat, at Davy Crockett-bøkurnar vórðu lisnar á tamb á donskum, og foreldrini lósu úr “Anders And”, sum hann kallar tað, har tey umsettu beinleiðis úr donskum til føroyskt.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Studenturin
Tí var tað kanska ikki so løgið, at Jógvan fór beina leið eftir tíðina í Hoydølum til Århus at lesa bókmentafrøði. Hann hevði tó ætlað, at hann skuldu verða verkfrøðingur, og í Hoydølum tók hann matematiskt studentsprógv. Men bókmentirnar vunnu á støddum og mongdum.
Tá í tíðini - í 1970 - varð kravt, at tey bókmentafrøðilesandi skuldu lesa eitt mál víð síðuna av høvuðsfakinum. Jógvan valdi franskt, tí sum hann sjálvur sigur, so var hetta málið, hann dugdi minst.
Hann las franskt, til hann eitt ár seinni kvetti á stokkkinum, sum hann málber seg, tí tá var franskt ikki kravt longur.
Jógvan skrivaði magistaraserrit um skaldskapin hjá Heðini Brú.
- Tað varð ólukkusáliga drúgt. Fleiri hundrað síður, sigur Jógvan, sum minnist, at hann fekk eykaloyvi til at skrivað so langt spesiali. Hetta var tó ikki óvanligt tá í tíðini, tá tað meira enn so kom fyri, at lesandi skrivaðu serrit yvir 1000 síður.
Jógvan gjørdist mag. art. í 1982. Hetta er ein útbúgving, ið færri og færri taka í dag, nú tey Ph.D. lesandi fyri tað mesta hava yvirtikið henda lesturin, sum er munandi drúgvari enn cand.mag.-prógv. Talan er um eina granskaraútbúgving, har teir flestu magistararnir hava hildið fram á universitetinum.
Umframt at skriva um Heðin Brú, viðgjørdi Jógvan í lestrartíðini skaldskapin hjá m.ø. Janusi Djurhuus, Rikardi Long og Karsteni Hoydal. Av tí at næstan eingin á universitetinum í Keypmannahavn, hagar hann seinni flutti, skilti føroyskt, bað hann um eykaloyvi til allar sínar føroysku verkætlanir, og fekk hann Pola Djurhuus, sum undirvísti har tá, at vera eitt slag av vegleiðara hjá sær.
Jógvan sigur annars, at orsøkin til, at hann ikki var liðugur við útbúgvingina fyrr enn í 1982, var, at hann tað mesta av tíðini var “fløktur upp í” studentapolitikk, sum hann málber seg. Í Århus var hann virkin á universitetinum, og í Keypmannahavn sat hann í nógv ár sum formaður í MFS. Av tí sama fekk hann SU øll hesi árini, tí undantøk verða givin fyri langa lestrartíð, um hon er brúkt til t.d. studentapolitikk.
- Tá var bara vinstravongurin, greiðir Jógvan frá, tá hann verður spurdur, hvar hann kendi seg heima.
- Men tað var eisini rumblut, tí vinstravongurin klandraðist innanhýsis, fortelur Jógvan, og sigur óbeinleiðis, at hetta næstan gjørdi so at siga høgraveingin óneyðugan.
Jógvan gjørdi eisini vart við seg í vinstravendum tíðarritum. Longu sum umleið 25 ára gamal byrjaði hann at ummæla í Framanum, og seinni fór hann at senda Sosialinum ummæli og greinir.
Fyrsta bók hansara, “Føroyski mentunarpallurin” kom út í 1983, og Jógvan viðgongur, at hetta fyrsta árið bara arbeiddi og svav hann.
Nógv av tí, hann hevði skrivað sum vísindaligar ritgerðir á universitetinum á donskum, umskrivaði hann nú til føroyskt. Í 1982 var hann saman við øðrum við til at stovna tíðarritið Brá, sum kom út í eini 20 útgávum árunum eftir hetta. Jógvan viðgongur, at Brá var eitt slag av aftursvari til Varðan, og at tey í Brá settu sær fyri at brúka nógva tíð til at ritstjórna og fáa meira modernaðar greinir skrivaðar. Nógv av hesum fólkum høvdu tó fulltíðarstarv og fluttu heim aftur til Føroya, og tí var ikki so lætt at halda fram við ritinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Málmaðurin
Jógvan viðgongur fegin, at tað er tilvitað, at bøkur hansara oftast eru lættlisnar, og málið ikki er so akademiskt.
- Tað er við vilja. “Føroyingar hata teori”, verður sagt, men universitet eru ofta ovurteoretisk. Ein stongdur heimur fyri eini 5-10 fólk, har eingin devil uttan fyri kennir nakað av tí, sum tosað verður um.
- Tað sum er ógreitt skrivað, er eisini ógreitt hugsað, sigur Jógvan, ið ávarar ímóti, at neyðugt skal vera brúka fremmandaorðabók ov nógv, um tú skalt lesa eina bók.
- Teori skal til, tí tú skalt kenna tær og brúka tær, men tú skalt ikki brúka tær sum filtur. Hví skalt tú skriva, so eingin skilir teg, spyr Jógvan retoriskt, og endurgevur Hans Scherfig fyri at hava sagt, at “tað finst einki, sum ikki ber til at siga á donskum”.
Um hetta tó er galdandi fyri føroyskt, ivast Jógvan tó í. Føroyskt er sambært honum ikki eitt sokallað “fullkomið mál” eins og t.d. enskt, franskt og eisini danskt, har tú kanst málbera teg á øllum økjum. Hetta ber ikki so væl til á føroyskum, heldur Jógvan, av tí at tað føroyska skriftmálið er so ungt enn.
Jógvan heldur føroyskt vera eitt ríkt mál, men hann er ikki samdur í nógvum av tí, purisman ella málreinsanin hevur staðið fyri í føroyskum málpolitikki seinastu nógvu árini.
- Tað blívur heldur klombrut – eg sigi heldur teori enn ástøði. Tí føroyskt er ikki íslendskt. Hví ikki brúka brúka tað grikska heitið, spyr Jógvan og sipar til orðið “teori”.
Hóast i’endingin ikki er vanlig í føroyskum, heldur hann ikki, at hetta ger nakað.
Jógvan minnist einaferð hann prátaði við Sigurð Joensen, sála, ið hann metti sum ein íslendskt-sinnaðan loysingarmann, at hann hevði sagt stutt fyri, hann andaðist, at grikst og latín spiltu ikki føroyska málið. Og hesum er Jógvan samdur í.
- Vit høvdu tann málpolitikkin í fyrstuni í Brá, at vit skrivaðu ú heldur enn y og s heldur enn z, sigur Jógvan, men leggur afturat, at hesm varð skjótt gingið burtur frá.
- Eingin skrivar súmfoni, sigur Jógvan og heldur, at vit vita, hvussu vit skulu úttala Føroya Symfoniorkestur, hóast tað verður skrivað við y.
Í sambandi við ta fyrstu skaldsøguna hjá sær, var Jógvan nógv í iva, um hann skuldi skriva nazistar við s. Hann spurdi Eivind Weihe til ráðs, og hann gav Jógvani tað svar, at “tað nazistiska fór av tí nazistiska”, um hann stavaði hetta við s.
- Eg eri ikki puristur, men vit eiga at vanda okkum um málið og setningsbygnaðin, sigur Jógvan, ið heldur, at føroyskur málpolitikkur í nógv ár hevur verið normativur, meðan onnur lond hava ført ein deskriptivan málpolitikk.
- Tað hevur kanska verið brúk fyri tí normativa, men føroyskt er eitt ríkt mál, sigur Jógvan, ið tó heldur, at vit eru vorðin meira liberal. Hann svarar tó ikki greitt, tá hann verður spurdur, um vit føroyingar fáa tað, hann kallar eitt “fullkomið mál” um nøkur ár.
- Eg haldi, tað var ein skeiv leið, tá vit fóru at brúka heiti sum støddfrøði og evnafrøði, tí alla aðrastaðni eru hesi heiti á grikskum og latíni. Tað er einki høpi í, at vit sum 50.000 standa einsamøll.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Ummælarin
Ein av grundgevingunum fyri at lata Jógvani Isaksen Heiðursgávu Landsins er m.a. hansara drúgva virksemi sum ummælari.
- Í studentaskúlanum las eg allar bókmentasøgur á tamb, greiðir Jógvan frá.
Síðan helt hann, at hann skuldi fara undir at skriva um tær.
- Eg brúkti langa tíð, sigur Jógvan um sínar fyrstu royndir sum ummælari, og minnist, at hann var so nærlagdur, at hann kundi brúka eina heila viku at skriva tríggjar-fýra A4-síður, fyri at hann ikki skuldi koma at skriva okkurt, hann ikki meinti.
Jógvan fekk einaferð tey ráð frá einum lærara, at fyrstu ferð, hann las eina bók, skuldi hon bara lesast, tí um tú setir teg at notera, fyrstu ferð tú lesur, spillur tú bókina og oyðileggur tann elementera spenningin, sigur Jógvan.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men hevur tú eisini valt at ummæla bøkur, sum tú helt vóru vánaligar?
- Skal eg vera ummælari, so er eingin bøn, og so havi eg tikið í nakkan á mær sjálvum, sigur Jógvan og greiðir frá, at hetta serliga hevur verið trupult, tá hann kendi fólkini.
- Eg havi javnan fingið brøv og telefonuppringingar, men tað gjørdi einki, tí eg búði so langt burturi, sigur ummælarin, ið hevur búð í Danmark seinastu nógvu árini.
Og júst útlegdin hevur ivaleyst verið ein av orsøkunum, at Jógvan hevur hildið seg til at ummælt, tí sum hann sjálvur sigur, so hevði hann helst slept tí, um hann búði í Føroyum, her viðurskiftini eru smá.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Men tú hevur ikki verið bonskur ella harður, hóast tú hevur verið erligur?
- Nei, leiðin hjá Carl Johan Jensen førir ikki til nakað gott. Hann ger seg stuttligan upp á bekostning av øðrum, heldur Jógvan Isaksen
- Fleiri - serliga kvinnur - tora ikki at skriva, tí so kemur Carli eftir teimum.
- Hann fer ov nógv eftir høvundanum heldur enn verkinum, sigur Jógvan.
Hóast Jógvan hevur ummælt síðani tíðliga í sjeytiárunum, so heldur hann ikki, at nógv er broytt, av tí at tað ikki er stórt meira av ummælum nú, enn tað var fyri 20-30 árum síðani. Hóast fleiri hava bókmentaútbúgving í Føroyum, verða fá ummæli skrivað, og Jógvan metir, at helst eru tey smáu og tøttu viðurskiftini ein orsøk. Í t.d. Danmark standa fólk í bíðirøð fyri at sleppa at ummæla, men so er ikki í Føroyum, staðfestir Jógvan.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Kemur ov nógv út á føroyskum?
- Har hava vit aftur tað normativa. Tað kemur ongantíð ov nógv út á føroyskum. Hatta er tað, eg vil kalla ein feilhugsan, sigur Jógvan og samanber hetta við at uppala fólk.
- Eingin fani nakra aðrastaðni hevði kunnað funnið upp á at sagt, at bara góðar bókmentir skulu gevast út. Hatta kemur kanska av, at Carl Johan Jensen biður høvundar gevast, sigur Jógvan og heldur, at fólk áttu at hugt aftur í søguna og kannað, hvat hendi undir Stalin og nazistunum.
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Tú trýrt altso upp á marknaðarkreftirnar?
- Blandingsbúskapurin í Norðurlondum riggar væl í øllum viðurskiftum, heldur Jógvan og nevnir viðurskifti, har tað almenna stuðlar upp undir við t.d. ókeypis sjúkraviðgerð og útbúgving, samstundis sum annað verður latið til marknaðarkreftirnar at umsita.
Jógvan er samstundis harðliga ímóti einum almennum føroyskum forlagi.
- So kemur politikkur uppí, tí so mást tú ikki skriva “blíva” men “verða” við ð, og krøv verða sett um, at verk hjá einstøkum yrkjarum ikki skulu útgevast, sigur Jógvan og tað hoyrist týðiliga, at hetta er eitt evni, hann hevur hugsað gjølla um.
- Mentunargrunnur Landsins er ein fínur stovnur, og hann er ein góð loysn, tí hann blandar seg ikki uppí. Játtanin til hann átti tó at verið størri. Men politikkur er uppi í øllum. Tú verður ikki gøtusópari í Havn, um tú ikki hevur rættan politiskan lit til ávísa tíð, sigur Jógvan uttan himprast við sítt speisemi.
- Áðrenn tú veitst av, høvdu partamenninir hjá Carl Johan Jensen valt hann sum ritstjóra, og so hevði eingin bók komið út uttan kanska sjeynda hvørt ár.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Bókaútgevarin
Spurdur, hvat hann heldur um korini hjá føroyskum bókaútgevarum, sigur Jógvan, at tey kanska ikki eru so góð, men at tað eru tey heldur ikki alla aðrastaðni í heiminum. Hann greiðir frá, at Mentunargrunnur Studentafelagsins, ið er stjórnað av Jógvani síðani 1978 og sum annars er stovnað í 1914 og harvið er Føroya elsta forlag, hevur givið undirskot tey seinastu nógvu árini. Tað eydnaðist ikki at fáa slætt borð fyrr enn í fjør. Spurdur, hvussu tað yvirhøvur ber til at reka slíkt virksemi, svarar Jógvan, at kreditturin í slíkum førum veður strektur og at hetta hendir av vælvild frá prentsmiðju og peningastovni. Prentsmiðjurnar hava eisini ein sjálvsagdan áhuga í, at forløg lata bøkur prenta.
Seinastu árini hevur Mentunargrunnur Studentafelagsins latið allar sínar bøkur prentað í Føroyum. Hetta er tó ikki av hugsjónarligum orsøkum, men av tí at føroyskar prentsmiðjur eru á minst líka høgum støði sum tær útlendsku, greiðir Jógvan frá. Harafturat slepst undan óneyðugum umbrótingarvillum og flutningskostnaði til Føroya.
Tað er tó eitt annað slag av flutningi, ið Jógvan serliga brennur fyri, og er hetta útflutningur av føroyskum bókmentum.
Í takkarrøðu síni í Norðurlandahúsinum mánakvøldið segði hann m.a., at vit áttu at fingið føroyskar bøkur umsettar til onnur mál, tí eingin ger hetta fyri okkum.
- Eini hálvtannaðhundrað bøkur harav nógvar upprunaføroyskar koma út á Føroyum um árið, men eingin frættir um tað aðrastaðni.
Jógvan greiðir frá, at íslendingar hava ein almennan stovn, sum tekur lut á altjóða bókamessum, og um t.d. ein íslendsk bók verður týdd til føroyskt, stuðlar hesin grunnurin við nøkrum fáum túsund krónum. Danir og norrmenn hava eisini líknandi stovnar, ið tó eru væl størri enn tann íslendski.
- Mínar krimisøgur eru á donskum og týskum, men hetta er mest hent av tilvild. So seint sum í gjár fekk eg ein meyl um, arbeitt verður við at geva hesar út á enskum, sigur Jógvan.
- Men nógvar aðrar bøkur hava hetta uppiborið, m.a. tær hjá Oddvør Johansen. Hevði tað bara komið út á donskum, tí nógv fólk duga eisini danskt í Týsklandi. Áhugin fyri Føroyum er nógv størstur í Danmark, sigur Jógvan, ið tó minnir á, at hetta eisini er galdandi í Íslandi.
Jógvan greiðir frá, at hann hevur verið í samband við eitt nú stóra forlagið Gyldendal, har fólk hava róst føroyskum bókum, hóast tey ikki vilja geva tær út, tí tey ikki meta pengar vera í teimum.
- 100.000 krónur um árið høvdu verið nokk hjá einum slíkum grunni, tí er tað fyrst komið út á donskum, er nógv vunnið, heldur Jógvan, og vísir á, at áhugin fyri tí norðurlendska er stórur í Týsklandi, og at helmingurin av besteljaralistanum í Týsklandi eru norðurlendskar bøkur, men at tað eru fá, sum duga at umseta føroyskt beinleiðis til týskt.
Týskarar eru eisini sambært Jógvani áhugaðir í Føroyum. Herfyri var hann í Dortmund og las upp úr sínum krimisøgum, og tey spurdu nógv greiðir hann frá. Í næstum skal hann til Hamburg í tríggjar dagar í somu ørindum.
- Omanfyri 100 fólk møttu upp, og tey gjalda eini 100 krónur fyri tað, sigur Jógvan.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Útisetin og høvundurin
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
Hóast Jógvan hevur búð í Danmark í meira enn 35 ár, so lesur hann dagliga føroysku bløðini, sær sjónvarpið í telduni og tosar heim fleiri ferðir um dagin.
- Fysiskt eri eg niðri, men mentalt eri eg í Føroyum, hóast ein vinmaður segði mær, at tað ikki er tað sama sum at spáka niðri í Vágsbotni, sigur Jógvan.
Men hóast hann býr niðri, fara hendingarnar í krimisøgum hansara fram í Føroyum.
- Eg ætlaði ongantíð at skriva eina skaldsøgu, og sjálvt tá ið hon var liðug, visti eg ikki, um nakar tímdi at lesa hana. So eg sendi hana til pápa mín, og hann segði, at hon var góð Og so varð hon givin út, sigur Jógvan um “Blíð er summarnátt á Føroyalandi”, sum kom út í 1990, og sum Hanus Kamban í heiðursrøðuni í Norðurlandahúsinum mánakvøldið kallaði ein klassikara.
Hendan fyrsta skaldsøgan hjá Jógvani er nú seld í omanfyri 3000 eintøkum í Føroyum. Flestu føroyskar skaldsøgur fara ikki upp um 1000 eintøk.
- Í krimisøguni eru allar tær gomlu dygdirnar, alt tað samfelagsliga kjakið, sum ikki er aðrastaðni, sigur Jógvan, ið ikki er samdur við teimum, ið kalla krimisøgur lættisoppalesnað.
- Tað finnast góðar bøkur og vánaligar bøkur innan allar sjangrur, er stutta svarið hjá Jógvan til hetta.
Í løtuni situr Jógvan og skrivar ta fjórðu krimibókina um blaðmannin Hannis Martinsson.
Hvat Hannis kemur í hóslag við í næstu bókini, vil Jógvan ikki út við, hóast hann sigur seg hava skrivað einar 50 síður og gjørt fitt av research.
Men hann himprast ikki við at ásanna, at íblásturin kemur frá Philip Marlowe hjá Raymond Chandler, hvørs skaldskap hann hevur lisið eina ferð um árið, síðani hann var smádrongur. Hesum gavst Jógvan tó við, tá hann sjálvur byrjaði sum krimihøvundur, tí hann var bangin fyri, at líkjast Chandler ov nógv. Men nú er hann kortini aftur byrjaður at lesa um Philip Marlowe og hansara góðu evni at uppklára brotssverk. Harafturat hava danski Dan Turell og norski Gunnar Staalesen verið fyrimyndir hjá Jógvani.
Spurdur, hvussu Jógvan ger slíkt research, tá hann býr niðri, sigur hann, at eitt nú liggja nógvar myndir av Føroyum á netinum, og t.d. ber til at finna hæddir o.a. hjá Geodætisk Institut.
Internetið var tó ikki hvørsmansogn, tá “Blíð er summarnátt á Føroyalandi” kom út í 1990, og Jógvan viðgongur, at hann ikki var norðuri í Sjeyndum, har tann týski kavbáturin endaði sínar dagar, fyrr enn bókin var komin út.
Jógvan greiðir frá, at hann áður mest skrivaði seint á kvøldi, men síðani dóttirin fór í skúla, roynir hann nú at skriva um morgunin. At hann í grundgevingini fyri at fáa Heiðursgávu Landsins verður sagdur at hava merkisvert arbeiðssemi, kemst sambært honum sjálvum av, at hann ikki vil vera latur.
- Eg havi altíð mett meg sum dovnan, men eg eri uppvaksin við, at leti er eitt tað ringasta, sum finst, so tað hevur gjørt, at eg kenni meg noyddan at arbeiða, sigur Jógvan Isaksen.