Hevði roknað við at tað endaði galið

Eyðgunn Samuelsen sigur, at tey vóru nøkur í Klaksvíkar býráð, sum mótmæltu, men meirilutin vildi ikki lurta, tí er kommunan endað í fíggjarligum skilaloysi

KLAKSVÍK


- Eg eri als ikki kløkk at tí, sum nú fer fram í Klakvíkar býráð.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur í Klaksvík, sum hevur verið í farloyvi, síðani hon í februar mánaði í ár tók sæti á tingi.

Eyðgunn Samuelsen vísir á, at orsøkin til vánaliga skilið í Klaksvík er vantandi fíggjarstýring í fleiri á, heldur enn framtíðarútlitini hjá kommununi.

- Eg havi óteljandi ferðir, bæði skrivliga og munliga, víst á, at hetta fór at enda galið, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Hon vísir til eitt lesarabræv, sum hon hevði í Sosialinum 26. november í 2006, har hon skrivaði um fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu.

- Eg vísti tá á udirskotið á fíggjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu – triðja árið á rað. Samtyktar vórðu útreiðslur, ið fóru at økja um skuldina hjá kommununi úr 90 mió til áleið 150 milliónir krónur, sigur Eyðgunn Samuelsen. Hon vísti í greini á, at samstundis vóru inntøkurnar methøgar. Eitt uppskot um at hækka skattaprosentið var ikki samtykt, og var Eyðgunn Samuelsen ein av teimum, ið atkvøddi ímóti.

- Eg hevði fleiri orsøkir til ikki at atkvøða fyri at hækka skattin. Tá ið vanligi borgarin fer í bankan og biður um lán, so skal hann hava eina ætlan fyri, hvussu hann ætlar at gjalda skuldina aftur, nær hann byrjar, hvussu stór lánsgjøldini skulu vera, og um hann hevur eina inntøku, ið ger, at hann megnar at gjalda aftur. Eina slíka ætlan hevði Klaksvíkar Kommuna ikki, segði Eyðgunn Samuelsen.

Hon vísti í greinini í 2006 á, at inntøkan hjá Klaksvíkar kommunu hevði í fleiri ár verið størri enn væntað, og hvat hendi? Jú øll árini er meirinntøkan farin til óskipaða meirnýtslu og ikki til at gjalda skuld aftur við tí, ongin langtíðarætlan er.

Hon vísti á, at trupulleikin í Klaksvíkar býráð var, at øll vilja alt í senn, og at eingin megnar at skera ígjøgnum. Hvørt ár verður byrjað við einum ynskilista og síðan verður skorið so langt niður sum semja fæst um. Hetta árið var ynskilistin á íløgusíðuni 92 mió (næstan øll inntøkan) og skorið varð niður á 49 mió uttan stórvegis viðgerð, síðan var ætlanin samtykt uttan at hyggja frameftir.

- Soleiðis hevur verið arbeitt í fleiri ár, sjálvt um nøkur í áravís hava víst á tørvin á raðfesting og langtíðarætlanum, so hava politikarnir ikki megnað at semjast um hetta enn, segði Eyðgunn Samuelsen.

- Tað sum nú hendur í mun til undanfarin ár er, at við hesum politikki er skuldin nú so høg, at ikki ber til longur uttan antin at renna seg fastan, so arbeiði, ið vera sett í verk, møguliga mugu steðga av vantandi fíggjarstýringini, ella at fáa eina semju um raðfestingar og gera eina langtíðarætlan. Hetta krevur dirvi at skera ígjøgnum og rygg at standa ímóti við. Alt gott um at leggja búskarligu realitetirnar fram fyri fólkinum, men vit mugu ikki gloyma, at tað eru politikarnar, ið eru valdir at gera nakað við realitetirnar. Tað er ongantíð ov seint, og eingin ivi skal vera um at Javnaðarflokkurin í Klaksvíkar býráð hevur og framvegis er til reiðar at vera við til hetta arbeiðið ongantíð ov skjótt, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum aftur hesaferð bjóðar seg fram sum valevni til kommunuvalið í Klaksvík, hóast hon hevur verið í farloyvi, síðani hon kom á ting í februarmánaði í ár.

Eyðgunn Samulsen vísir á, at hetta vóru sjónarmið, sum hon bar fram fyri tveimum árum síðani.

- Tað er als einki stuttligt at staðfesta, at eg hevði rætt í hesum ikki sørt negativu spádómunum. Men eg vil kortini bara vísa á, at vit vóru nøkur, sum mótmæltu og ávaraðu gongdini, men meirilutin í Klaksvíkar býráð vildi bara ikki lurta, sigur Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur Javnaðarfloksins í Klaksví í farloyvi.