Í dag varð óhugnaliga ákæruritið handað Peteri Madsen, kavbátaførara, har hann er ákærdur fyri at hava dripið tíðindakvinnuna Kim Wall.
Løgreglan hevur longu boðað frá, at hon metir, at drápið var væl fyrireikað og tí krevur hon eisini lívslanga fongsulsrevsing fyri gerðina.
Í ákæruritinum, sum í dag er handað ákærda, stendur, at Peter Madsen hevði sag, knív, spískaðar skrúvusagarar, stroppar, strips og rør við sær umborð á kavbátin UC3 Nautilus.
Løgreglan metir, at Peter Madsen hevur bundið Kim Wall um høvd, hendur og føtur og síðani píndi hana, sló og stakk og skar hana, áðrenn hann drap hana. Løgreglan sigur, at hon antin er kvald ella skorin á háls.
Eftir morðið limaði hann svensku tíðindakvinnuna sundur og fest rør á kropslimirnar, so at teir ikki skuldu flotna, men blíva liggjandi á havsins botni, áðrenn hann tveitti teir fyri borð, skrivar Ekstrablaðið.
Likamslutirnir eru tó funnir. Fyrst flotnaði kroppurin og síðani eru aðrir limir funnir á havsins botni.
Peter Madsen er eisini ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á Kim Wall kynsliga, millum annað við at skera og stinga hana í undirlívið. Hann játtar, at hann hevur limað hana sundur, men noktar fyri, at hann hevur dripið svensku tíðindakvinnuna.