Venjarin hjá Manchester United, Sir Alex Ferguson, sigur at hann hevði væntað at Arsenal og Chelsea fóru at brúka meira pening í summarsteðginum, enn tey higartil hava gjørt.
Tað skrivar Soccernet í dag.
Hann vísir á, at eitt nú Manchester City og Liverpool hava styrkt seg væl - fyri meira enn 50 milliónir pund hvør.
Manchester United hava sjálvir eisini styrkt seg fyri omanfyri 50 milliónir pund.
- Eg hevði væntað fleiri keyp, serliga frá onkrum sum Arsenal. Eg hevði trúð at teir høvdu keypt nakrar leikarar. Men tað er tíðliga enn, tað er lang tíð til tann 31 august, og nógv kann enn henda, sigur Sir Alex Ferguson sambært Soccernet.