Hevði væntað meira ítøkiligt orðaskifti

Tað positiva er, at nú tosa allir flokkar um fullveldi, og mugi taka støðu til, hvat teir vilja, sigur Høgnu Hoydal, sum vónar at tíðin til uppskotini bæði koma aftur úr nevnd, kann nýtast til at finna eina semju í tinginum

Fríggjaedagin í farnu viku og mánadagin var ríkisrættarliga støða Føroya á skránni í tinginum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í lógarmálum, legði fríggjadagin uppskot til samtyktar fram, og mánadagin legði Javnaðarflokkurn uppskot um stjórnarskipanarnevnd fram. Bæði uppskotini fóru í nevnd,

Uppskotið hjá samgonguni fór í uttanlandsnevndina og uppskotið hjá Javnaðarflokkinum í rættarnevndina.

Høgni Hoydal vónar at tað eydnast at fáa sítt uppskot samtykt. Um gongdina í tinginum fríggjadagin, sigur Høgni Hoydal, at tað í fyrstuni kendist sum var hetta eitt stórt mál.

Hann var ógvuliga spentur at vita, hvussu fór at ganga, tí hann hevði roynt at orðað uppskotið soleiðis, at semja kundi fáast um tað í tinginum.

­ Kortini var eg vónsvikin, tá vanliga støðan hjá andstøðuni kom til sjóndar, at hon ikki beinleiðis vildi siga, hvat hon vildi, sigur Høgni Hoydal.

­ Eg hevði eisini væntað at orðaskiftið fór at verða meira um innihaldið og avbjóðingarnar fyri framman.

­ Sum eygleiðari og politikari dugi eg ikki at síggja, hvat Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin vilja. Tað var meira ein tíðarspurningur og avleiðingar, enn um hvat krevst í føroyska samfelagnum og hvat danir vilja ganga við til viðvíkjandi fullveldi Føroya, sigur Høgni Hoydal.


Ikki politiska kjakið sum hann hevði vónað

­ Hevur orðaskiftið, sum varð útvarpað, kunnað vanliga føroyingin nóg væl uppskotið hjá samgonguni?

­ Eg vóni at tað hevur skapt kjak í samfelagnum, men tað bleiv ikki til tað politiska kjakið í tinginum, sum eg hevði vónað, sigur Høgni Hoydal.

­ Stendur uppskotið hjá samgonguni sterkari ella veikari eftir orðaskiftið í tinginum?

­ Nú hevur Javnaðarflokkurin sett mótuppskot fram. Spurningurin er um tvídráttur kemur í, har andstøðan fer at hella seg til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum, og samgongan til okkara uppskot.

­ Tað er sera óheppið, tí tað er so umráðandi at fáa arbeiðið sett í verk, so vit kunnu átaka okkum fulla ábyrgd, og fara undir nýggja byrjan, sigur Høgni Hoydal, sum kortini heldur at orðaskiftið hevur verið positivt á tann hátt, at allir flokkar nú seriøst hava viðgjørt málið, og eru samdir um, at broytingar skulu gerast.