Hevði bara fýra spælarar í heimsflokki

Alex Ferguson sigur, at bara fýra spælarar í hansara tíð, sum United-venjari vóru í heimsflokki

Hann vann Premier League 13 ferðir, Champions League tvær ferðir og FA Cup steypakappingina fimm ferðir tey 26 árini hann varð venjari hjá Manchester United. So skuldi ein trúð, at hann hevur havt nógvar spælarar í heimsflokki undir sínari kønu hond, men so er ikki, sambært Sir Alex Ferguson sjálvum.

 

Í samrøðu við bretska blaðið "Daily Mail", sigur Alex Ferguson, at tað eru bara tveir fótbóltsspælarar, sum eru í heimsflokki í dag, og tað eru Cristiano Ronaldo og Lionel Messi. - Tá tú hoyrir sjónvarpsviðmerkjarar í dag, so ljóðar tað, sum tað er ein rúgva av av spælarum í heimsflokki, sum spæla fótbólt í dag, men so er ikki, slær Alex Ferguson fast í samrøðuni.

 

- Eg sigi hetta ikki fyri at undirgrava, ella fyri at finnast at øllum teimum fantastisku fótbóltsspælarunum, sum spældu í Manchester United meðan eg varð venjari hjá felagnum. Men eg hevði bara fýra spælarar í heimsflokki tey 26 árini eg vandi Manchester United. Teir vóru Eric Cantona, Ryan Giggs, Paul Scholes og Cristiano Ronaldo. Av teimum er Cristiano Ronaldo stjørnan á jólatrænum, staðfestir Alex Ferguson.

 

Ferguson velur soleiðis at síggja burtur frá Wayne Rooney, David Beckham og Ruud van Nistelrooy o.ø. góðum spælarum, tá heitið "í heimsflokki" skal setast á spælarar.

 

- Tað vóru spælarar, sum høvdu stóra ávirkan, so sum Steve Bruce, Roy Keane og Bryan Robson. Hetta vóru spælararnir, sum ikki høvdu nakað ego. Teir vóru ikki teir bestu fótbóltsspælararnir, men teir høvdu ein ótrúligan vilja, sum gjørdi, at teir nú blivu so góðir, sum teir blivu tá samanum kom. 

 

Í samrøðuni við "Daily Mail" viðgongur Ferguson eisini, at David Moyes varð ikki fyrsta valið til at avloysa hann, sum høvuðsvenjari í felagnum, hóast hann alment stuðlaði skotska landsmannin.

 

Pep Guardiola, Carlo Ancelotti, Jürgen Klopp og Louis van Gaal vóru allir omanfyri David Moyes á ynskilistanum, fortelur Ferguson í samrøðuni. 

 

- Tað bleiv so David Moyes, sum tá hevði gjørt eitt gott arbeiði í Everton gjøgnum 11 ár, men av einari ella aðrari orsøk, so gekk tað tíverri illa hjá David, staðfestir Alex Ferguson.