Hevði barnaporno á fleiri teldum

Í minst tíggju ár hevur maðurin, sum er í sekstiárunum, tikið yvir 6.400 barnapornografiskar myndir og yvir 14.500 filmar niður av alnetinum. Hósdagin í næstu viku skal hann møta í Føroya rætti, ákærdur í allarhelst størsta máli um barnaporni í Føroyum higartil.

 

Barnapornografiska tilfarið er býtt í tríggjar bólkar, eftir hvat verður víst. Beint yvir 4.000 filmar og 4.000 myndir eru av naknum børnum, meðan 1.800 myndir og 9.500 filmar eru av børnum í seksuellum gerðum. Harumframt eru nærum 300 myndir og nærum 700 filmar av serliga grovum slag.

  

Umframt at vera ákærdur fyri at hava hetta tilfarið í síni varðveitslu, er maðurin ákærdur fyri at í trimum førum at hava deilt sítt tilfar við onnur. Tilsamans er hann ákærdur fyri at hava spreitt víðari yvir 400 myndir og yvir 2.500 filmar, har av fleiri eru av barnaporno av serliga grovum slag.

 

Ákæruritið varð handað manninum seinast í oktobur í fjør og síðani er ein persónsmeting gjørd av manninum. Revsiramman fyri at eiga og breiða barnaporno er fongsulsrevsing upp í tvey ár og í serligum førum upp í seks ár. Ákærin hevur enn ikki tikið støðu til, hvat hennara krav verður, tó at hon heilt víst fer at krevja fongsulsrevsing fyri mannin.

 

Les meiri í Sosialinum, sum kemur út í kvøld.