Høvdu vit havt vakmyndatól á ávísum støðum, hevði tað, í fleiri førum, gjørt tað nógv lættari hjá okkum at uppklára brotsverk. Tað sigur John Martin Olsen, politikommiserur hjá løgregluni.
Hann sigur, at í øðrum londum hava tey vakmyndatól ymsastaðni og í fleiri førum hevur tað verið avgerandi fyri, at brotsverk verða uppklárað. Eitt kent dømi um hetta er, tá ið ein ung kvinna varð dripin í Ålborg herfyri. Eitt annað kent dømi er, tá ið ein ung kvinna varð dripin í Reykjavík fyri fimm árum síðani. Í báðum førum vóru upptøkur á vakmyndatólum avgerðandi fyri arbeiðið at uppklára brotsverkini.
Seinasta vikuskiftið var ein hending í miðbýnum í Havn, har fleiri mans fóru til hendurs og har tríggir mans fingu skaða. John Martin Olsen sigur, at í slíkum førum hevði tað komið væl við í arbeiðnum at útgreina málið, at havt upptøkur frá vakmyndatóli at styðja seg til.
Hann sigur, at fyri stuttum varð ein taska tikin frá eini kvinnu á alfaravegi, og eisini í slíkum førum kundu vakmyndatólk avdúka tjóvin. Tað eru eisini onnur dømi um, at løgreglan ikki kemur á mál við arbeiðnum at uppklára brotsverk, men har vakmyndatólk kundu verið avgerandi. Í minsta lagi ger tað arbeiðið hjá løgregluni nógv truplari, og nógv meiri orkukrevjandi, at eingi vakmyndatólk eru, sigur politikommuserurin.
Hann sigur, at løgreglan hevur gjørt vart við hetta hjá politiska myndugleikanum, men tað hevur enn ikki vunnið frama. Eitt, fólk halda, er, at tað er at ganga persónliga frælsinum for nær. Eitt tey stúra fyri, er, at so kann løgreglan sita og fylgja við, hvør er í býnum, hvat tey gera, og hvørjum tey eru saman við. Men John Martin Olsen, sigur, at tað er ikki soleiðis, at løgreglan arbeiðir, og tað er eingin, sum hevur tíð, ella umstøður til at sita og gløða í nakrar skermar eina heila vakt.
Men hendir okkum, hevði tað verið ómetaliga hent, at kunna leita nakrar myndir av hendingini fram á einum vakmyndatóli, sigur hann. Tað einasta, sum hendir við tað, at eingi vakmyndatólk eru, er, at myndugleikarnir halda hondina yvir nøkrum heilt fáum fólkum, sum fremja eina brotsgerð, sigur John Martin Olsen.