Hevði onga aðra frágreiðing

Maðurin, sum legði eina nakinmynd av fyrrverandi damuni út á Facebook, varð dømdur 50 daga fongsulsrevsing.

Maðurin, sum møtti í Føroya rætti í síðstu viku, ákærdur fyri brot á ferðslulógina og blygnaðarskemd móti fyrrverandi unnustuni, varð dømdur 50 dagar í fongsul, umframt eina bót á 1.000 krónur. Hann missir eisini koyrikortið í eitt ár, umframt at hann skal rinda sakarmálskostnaðin.

Maðurin var í fyrsta lagi ákærdur fyri at hava tikið eitt u-sving og í hesum sambandi hava rent á ein annan bil. Hann varð dømdur fyri at hava framt eitt ferðsluóhapp, men dómarin metti ikki, at ákæruvaldið hevði prógvað, at hetta hendi í tilknýti til u-vendingina. Tað var fyrrverandi daman, sum sat í hinum bilinum.

Í øðrum lagi var hann ákærdur fyri at hava sett lívið hjá øðrum í váða við at hava koyrt í skeivari breyt, móti einum mótkoyrandi bili, har fyrrverandi daman og vinkonur hennara sótu í. Her setti dómarin sítt álit á frágreiðingarnar frá kvinnuni og vinkonunum, um hvat var farið fram.

Í triðja lagi var maðurin ákærdur fyri at hava lagt eina mynd av damuni, naknari, út á Facebook. Hetta varð hann eisini dømdur fyri. Dómarin metti ikki, at hann hevði givið nakra nóg góða frágreiðing upp á, hví tað skuldi verið nakar annar, sum hevði lagt myndina út. Dómarin vísti á, at tað einans var hann, sum hevði atgongd til myndina, og at tað var ósannlíkt, at nakar annar skuldi havt fingið fatur á henni.

Maðurin skal sostatt inn at sita í 50 dagar. Hann skal rinda 1.000 krónur í bót fyri brot á ferðslulógina, umframt at hann missir koyrikortið í eitt ár fyri at hava koyrt móti einum øðrum bili á skeivari breyt.