Hevði verið betur at útbygt deildina

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu er nú stongd, og Pál Weihe er yvirlækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Men granskingin, ið var á deildini, heldur fram, og Pál Weihe hevur ongar ætlanir um at gevast. Hann er errin av tí virksemi, sum hevur verið á deildini, og  heldur, at tað rætta hevði verið at  varðveitt og útbygt deildina.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu takkar fyri seg:

 

At síggja til er einki broytt. Við inngongdina til gomlu landslæknahúsini í Sigmundargøtu hongur framvegis eitt skelti við átekningini Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, og í kjallarahæddini standa framvegis  stórar frystiboksir við blóði, sáði, móðurmjólk og øðrum góðum frá túsundtals føroyingum.

 

Í miðhæddini situr enn Pál Weihe, yvirlækni og granskari, á síni hugnaligu skrivstovu við vísindaligum tíðarritum og bókum í hópatali og góðum útsýni oman yvir Skálatrøð. Hann fylti 74 ár í august, men hevur als ongar ætlanir um at leggja frá sær.

 

- Eg havi ikki brúk fyri pengum, tí eg fái pensjón. Men mær dámar at arbeiða, og eg havi nógv eftir, sum eg vil gera, so eg síggi onga orsøk til at gevast, sigur hann. 

 

Men hóast alt tykist vera við tað gamla í landslæknahúsunum, so er kortini nógv broytt. Pál Weihe er ikki longur yvirlækni á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, tí hon varð niðurløgd 1. januar. Nú er hann yvirlækni á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum og hevur millum annað læknaligu ábyrgdina av palliativu viðgerðini.

 

Tá nýggi H-bygningurin verður tikin í brúk, er ætlanin, at alt virksemið, ið hevur verið á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, flytir inn á Landssjúkrahúsið. Til tá fara arbeiðsmedisinskar kanningar og viðtalur framvegis at vera í Sigmundargøtu, hóast tær bygnaðarliga liggja undir medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Og granskingin í arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu heldur somuleiðis fram í gomlu landslæknahúsunum, hóast hon nú hoyrir undir eina nýggja Heilsugranskingareind í Sjúkrahúsverkinum.

 

Samstundis sum nýggja Heilsugranskingareindin er sett á stovn, er eisini eitt nýtt Fólkaheilsustýri skipað undir Heilsumálaráðnum, sum hevur yvirskipaðar heilsufakligar uppgávur og umsitur heilsuskráir.  

 

##med2##

 

Deildin átti at hildið fram

 

Pál Weihe dylur ikki fyri, at hann heldur lítið um nýggja bygnaðin.

 

- Eg hevði viljað, at hendan deildin hevði hildið fram. Hon hevði væl kunna verið útbygd til eitt fólkaheilsustýri, sum eisini hevði nakrar granskingardeildir. Vit hava sum samfelagsmedisinarar allar førleikar til at røkja eina tílíka uppgávu her, og tað ber væl til at hava gransking saman við einum myndugleika, sum til dømis Umhvørvisstovan og Havstovan gera. Í staðin valdi mann at byrja av nýggjum uttan tann serkunnleika, ið vit hava bygt upp, sigur hann.

 

Hann er kortini nøgdur við, at øll heilsugransking nú verður savnað í eini eind á Landssjúkrahúsinum.

 

- Tá tað ikki kundi vera her, so er hetta tann næstbesta loysnin. Tað hevur tikið mær útivið 40 ár at dyrka hendan havan og fáa hann at blóma, hann kundi verið oyðilagdur eftir einari nátt. Nú verður tað, sum vit hava bygt upp, flutt til eina nýggju eind undir Sjúkrahúsverkinum. Og eg eri eisini sera fegin um, at tað er Maria Skaalum Petersen, sum er sett sum leiðari av Heilsugranskingareindini. Vit hava arbeitt saman í nógv ár, og hon kennir okkara verkætlanir væl, sigur hann.

 

Pál Weihe er eisini fegin um, at tað rúgvismikla tilfarið, ið hann og hansara toymi á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava savnað gjøgnum árini, nú verður savnað á einum staði.

 

Frystiboksirnar í kjallaranum í Sigmundargøtu verða nú fluttar til eina frystigoymslu á Landssjúkrahúsinum. Afturat teimum koma seks stórar boksir, ið hava staðið í Odense, men júst eru afturkomnar til Føroya.

 

Tær nógvu frystiboksirnar eru á tremur við lívfrøðiligum tilfari frá teimum sonevndu kohortunum, ið Pál Weihe og hansara fólk hava bygt upp og fylgt gjøgnum árini. Tilsamans eru umleið 300.000 royndir av ymiskum slagi frá fólki, ið hava verið kannað regluliga.

 

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur havt fimm barna-kohorturnar við tilsamans stívliga 3000 børnum. Tann elsta og størsta er frá 1986/87. Eisini hava granskarar á deildini stovnað eina kohortu við stivliga 1100 fólkum yvir 70 ár, ið verða kannaði 10. hvørt ár. 

 

##med3##

 

Pál Weihe er eymur um sínar kohortur.

 

-  Eg havi verið bangin fyri, at tað nógva tilfarið, ið vit hava savnað, kundi hvørva, tá Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð niðurløgd. Tað eru ikki nógvar slíkar kohortur til í verðini við tilfari frá børnum heilt frá tí, tey eru fødd, og sum tí kunnu geva okkum nógva vitan um langtíðar ávirkan av dálking í móðurlívi. Tað hevur ligið mær ógvuliga nógv á sinni at fáa tryggjað hetta tilfarið, ið verður meira og meira vert, sum kohorturnar vaksa til, sigur hann.

 

Fína konan og pornoblaðið

 

Túsundtals børn og vaksin hava havt sína gongd á Deildini fyri Arbeiðs-og almannaheilsu tey nógvu árini,  Pál Weihe og hansara starvsfelagar hava havt sítt virki har. Tey hava lagt kropp og sinn til alskyns kanningar um árin av dálkandi evnum.

 

- Tað hevur Ikki staðið á at fáa fólk at koma. Vanliga koma umleið 80% av teimum, sum verða spurd. Tað er nógv meira enn í Danmark, har tey eru væl nøgd, um tey fáa 50%. Ein orsøk er kanska, at okkara kanningar eru vorðnar rættiliga kendar, og fólk hava kent seg at hoyra til her, sigur hann.  

 

Nakrar kanningar hava verið meira viðkvæmar enn aðrar. Ungir menn hava verið til sáðkanningar, og seinni eru eisini páparnir hjá teimum bidnir um at lata sáð. Heldur ikki tá stóð á at fáa fólk at luttaka.

 

Tær nógvu ymisku kanningarnar, sum hava gingið fyri seg í senn, hava onkuntíð ført til margháttligar støður.

 

- Vit høvdu altíð eitt stimulerandi blað liggjandi á vesinum, tá menn komu at lata sáð. Omaná løgdu vit so eitt Samvirke, so tað sá hampiligt út, men tað skuldi takast burtur, tá menninir komu.

 

- Einaferð høvdu vit av óvart kallað inn bæði eldri kvinnur til heilsukanningar og ungar menn, ið skuldu lata sáð. Tá hendi tað, at ein fín kona, sum hevði verið til kanning, spurdi, hvar vesið var. Eg segði henni, hvar tað var, og í tí hon fór yvir móti hurðini, kom eg í tankar um, at eitt pornoblað lá frammi. Eg spolaði fram um hana og segði, at eg skuldi tryggja mær, at alt var í lagi, og fekk so fatur á blaðnum aftan fyri ryggin, minnist hann.

 

Bert í einum føri hevur tað ikki eydnast Pál Weihe at fáa nóg nógvar luttakarar til eina granskingarverkætlan.  

 

- Tað var, tá eg bað fólk um at koma við skarni. Av onkrari orsøk vóru tað ikki nógv, ið høvdu hug til tað. Eg havi ongantíð skilt, hví tað skal vera lættari at koma her og geva eina sáðroynd í rímiliga óromantiskum umhvørvi, enn at savna nakað av skarni heima við hús og siga mær frá, so eg kann koma eftir tí. Vit skuldu hava 300 royndir av skarni, men fingu bara 75, so tann verkætlanin var ikki heilt væleydnað, minnist Pál Weihe.

 

Eitrið úr havinum

 

Megintátturin í granskingini hjá Pál Weihe hevur verið at greina, hvussu dálkingin í heimshøvunum hevur ávirkað heilsuna hjá føroyskum børnum, serliga miðnervalagið og órinverjuna.

 

Pál Weihe var fyrsti læknin í Føroyum, ið varð settur í starv, sum eisini fevndi um gransking.

 

Vanlukkur við kyksilvureitran úti í heimi høvdu havt við sær, at fleiri børn vóru fødd við sjúkum í nervalagnum. Kanningar vístu, at nógv kyksilvur var í grindahvali, og Landslæknin helt, at tørvur var á heilsuligari gransking í Føroyum.

 

Pál Weihe fór undir miðvísar kanningar av túsundtals føroyskum børnum, sum hann fylgdi heilt frá føðingini. Hann fekk samstarv í lag við serfrøðingar á ymiskum økjum úr nógvum londum, sum luttóku í kanningunum.

 

Kanningarnar  vístu, at føroyingar høvdu nógv kyksilvur í blóðinum, og at tað serliga vóru børn hjá mammum, ið høvdu etið nógva grind, ið vóru ávirkaði av hesum.

 

Tað førdi í fyrstu atløgu til, at Pál Weihe mælti øllum kvinnum, ið vóru við barn ella høvdu ætlanir um at fáa børn, frá at eta grind og spik. Grindatilmælini vórðu herd fleiri ferðir, og at enda tóku Pál Weihe og Landslæknin stigið fult út og mæltu øllum føroyingum frá at eta grind og spik yvirhøvur.

 

-  Grindin hevði havt orð á sær fyri at vera treytaleyst góð, og bara tað at fara at kanna hetta varð uppfatað eitt sindur sum at drýta í egið reiður. Men tað gekk alt væl, til vit komu við tilmælinum um at gevast heilt. Tá vóru tað summi, ið gjørdu nógv bururúr at verja okkara siðvenju at drepa grind, sum tey nærum hildu sermerktu okkum sum fólk.

 

- Harafturat komu so Paul Watson og hansara ágangandi fólk, og tá varð eg í ávísan mun sæddur sum ein trojanskur hestur hjá honum, sjálvt um eg havi lagt mær nær at siga honum frá, at eg eri ikki í hansara báti. Eg havi eisini roynt at greitt honum frá, at um hann vil grindini væl, so skal hann heldur venda kanónini móti dálkingini heldur enn móti okkum.  

 

Qaanaaq og Amazonas

 

Pál Weihe og hansara lið av serfrøðingum hava gjørt nógv fyri at fáa so nágreinilig úrslit av kanningunum sum gjørligt.

 

Tey hava sett upp kanningarstøðir fleiri staðni í Danmark fyri at fáa føroyingar, sum eru fluttir av landinum, at koma til kanningar. 

 

Pál Weihe og hansara starvsfelagar hava eisini gjørt kanningar í meira fjarskotnum londum, har fólk eisini eta dálkaði havdjór. Úrslitini av teimum kanningunum eru síðani samanborin við kanningarnar av føroyskum børnum.

 

Í 1995 vóru Pál Weihe og hansara toymi í Qaanaaq, norðastu bygdini í Grønlandi, har tey kannaðu børn í ein mánað. Frá Qaanaaq hildu tey leiðina fram til eina bygd á Madeira, har fólk hava høgt innihald av kyksilvuri í blóðinum, tí tey eta ein djúpvatnsfisk, ið kallast espada.

 

Í 1999 kannaði Pál Weihe upprunafólk í Amazonas-urskóginum í Suðuramerika. Tey ótu fisk úr ánni, sum var illa dálkaður av kyksilvuri, ið hevði verið brúkt til at vinna gull. Pál Weihe og hansara fólk tóku blóð- og hárroyndir frá børnum og mammum teirra.

 

Pál Weihe minnist serliga væl eina hending í eini strásmáttu, har hann var farin inn at kanna tvær smágentur og mammu teirra. Genturnar høvdu báðar klumpføtur á báðum beinum, og mamman spurdi hann, um nakað var at gera við tað.

 

- Eg greiddi henni frá, at tað bar væl til hjá gentunum at koma upp at ganga, men tað kravdi viðgerð, ið ikki kundi fáast har. Meðan vit tosaðu, kom pápin illur út úr skóginum í svimjibuksum og gummistyvlum við masketu í hondini og spurdi, hvat vit gjørdu. Hann brigslaði mammuni fyri, at hon gjørdi skeiv børn. Eg segði við hann, at hann møguliga átti ein part av feilinum sjálvur. Tá bleiv hann so illur, at hann fór við somu øði aftur á skógin, minnist hann.  

 

##med4##

 

Dálkingin minkaði

 

Hóast tilmælini um at gevast at eta grind ikki fullu í góða jørð hjá øllum, so høvdu tey sín virknað. Serliga tær ungu kvinnurnar aktaðu boðini, og tað vísti seg skjótt, at skaðiligu árinini á børnini minkaðu.

 

Seinni varð granskingin víðkað til eisini at fevna um onnur vandamikil evnir, sum eisini vístu seg at vera skaðilig fyri heilsuna.

 

Tær nýggjastu kanningarnar av teimum yngstu børnunum vísa, at nøgdirnar av bæði kyksilvuri og teimum sonevndu POPunum eru í botni í mun til, hvat tær hava verið.

 

- Eg eri sera fegin um, at arbeiðið hjá okkum hevur havt gagnliga ávirkan á fólkaheilsuna. Tað var jú høvuðsendamálið hjá okkum við at fara undir at granska hesi viðurskifti, sigur hann.

 

Men granskingin hjá Pál Weihe hevur eisini vakt ans úti í heimi og ført til broytingar. Í USA hava  heilsumyndugleikarnir lagt føroysku kyksilvur-kanningarnar til grund fyri at lækka markvirðini fyri, hvussu nógv kyksilvur kann vera í mati og umhvørvi.  

 

Eisini vóru granskarar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu tey fyrstu, ið kundu vísa á, at PFAS, sum verður brúkt í nógvum gerandislutum, ávirkar órinverjuna.

 

- Vísindaliga eri eg sera errin av, at tað hevur eydnast okkum at gera so neyvar kanningar, at tær hava havt altjóða ávirkan, sigur Pál Weihe.

 

Vil vera í gongd

 

Pál Weihe hevur enn langar arbeiðsdagar. Hann hevur viðtalur við sjúklingar bæði á Landssjúkrahúsinum og í Sigmundargøtu, og arbeiðið við kohortunum heldur fram. Í løtuni eru tað børn, ið eru ávikavist 15 og 1 ár, ið eru kallaði inn til kanningar.

 

- Eg havi ongar ætlanir um at gevast at arbeiða, og eg ætli mær at halda fast við mínar langtíðar granskingarverkætlanir. Tað er eitt stórt privilegium at hava eitt arbeiði, sum er so hugtakandi, at tað eins væl kundi verið mítt ítriv, sigur hann.

 

Pál Weihe gjørdist einkjumaður fyri hálvumøðrum ári síðani, og tað ger, at arbeiðið nú hevur uppaftur størri  týdning.

 

- Arbeiðið hjá mær er ein sosialisering, sum eg seti prís uppá. Eg trívist ikki við at sita heima einsamallur. Eg vil vera í gongd og vera saman við fólki. - Eg haldi fram so leingi, eg havi hug og orku. Men um eg finni eina fitta konu, so fari eg at raðfesta hana fram um arbeiðið, sigur hann.

 

##med5##

 

Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023

 

##med6##