Mikukvøldið vann týska liðið, Borussia Mönchengladbach vann 2-0 á Celtic í dysti í Champions League bólki C. Dysturin var spældur á Celtic Park leikvøllinum í Glasgow.
Eitt av teimum lokalu vertshúsunum í Glasgow, sum hevur Celtic-fjepparar, sum sín fasta kundaskara royndi at gera sítt við tillátursgera Borussia Mönchengladbach. Uttanfyri vertshúsið reklameraðu tey fyri, at tey vístu dystin millum Celtic og "Eitt lið úr Týsklandi".
Í Borussia Mönchengladbach hava tey tó humor, og tey vóru skjót at handla, tá ein Borussia Mönchengladbach-fjeppari hevði sent teimum eina mynd av skeltinum uttanfyri vertshúsið í Glasgow, sum sæst omanfyri. Borussia Mönchengladbach broytti navnið á Twitter-kontu sínari frá Borussia Mönchengladbach til "Eitt lið úr Týsklandi".
Aftaná dystin og 2-0 sigurin hjá Borussia Mönchengladbach løgdu tey í Borussia Mönchengladbach út eina GIF-mynd á Twitter-kontuna, har Walter White frá røðini "Breaking Bad" stendur og sigur: "Say my name". Aftrat GIF-myndini er ein góðanátt-heilsan á enskum frá "Einum liði úr Týsklandi" saman við einum grønum hjarta, sum vísir til litirnar hjá Borussia Mönchengladbach.
Enn ein læripengi, sum sigur, at eitthvørt mótstøðulið eigur og skal virðast.