Almannastovan fær nú eina álvarsliga átalu frá Løgtingsins umboðsmanni í sambandi við, at ein maður hevur søkt um fyritíðarpensjón.
Umsóknin er meiri enn fimm ára gomul, men kortini er hon ikki avgreidd enn.
Umsøkjarin er ófaklærdur og hóast tríggir serlæknar hava staðfest, at arbeiðsevnini hjá umsøkjaranum eru munandi niðursett, gekk alt ov long tíð áðrenn Almannastovan setti kanningar í verk at vita um fyriskipanir kunnu setast í verk, sum kundi bøta um arbeiðsevnini hjá umsøkjaranum.
Tá ið Almannastovan hevði havt umsóknina ti viðgerð í tvey, fekk umsøkjarin at vita, at hann fær ikki fyritíðarpensjón, tí onki varð gjørt fyri at vita um ikki fyriskipanir kundi setast í verk fyri at geva honum arbeiðsevni aftur so at hann kann verða fíggjarliga sjálvbjargin.
Hann fór víðari við málinum, men fekk sama avslag við somu grundgeving árið eftir, í 2010.
Árið eftir, í 2011 kom kærunevndin til ta niðurstøðu, at málið skuldi viðgerðast av nýggjum.
Tað er ikki fyrrenn nú, at stig verða tikin til at kanna um tað ikki ber til at seta fyriskipanir í verk, sum kunnu økja um arbeiðsevnini.
Almannaverkið hevur sostatt í meira enn fimm ár havt málið til viðgerðar og Løgtingsins Umboðsmaður heldur, at gongdin er alt annað enn nøktandi.
Tí gevur umboðsmaðurin Almannastovuni eina álvarsliga átalu og heitir á stovnin um at taka eina avgerð í málinum sum skjótast.
Løgtingsins Umboðsmaður vil eisini hava at vita frá Almannastovuni, hvat hendir við málinum.
Hinvegin hevur hann sent landsstýriskvinnuni í almannamálum, Anniku Olsen, avrit av klaguni og niðurstøðuni.