Hevur byrjað inni fyri Sandnes í fleiri dystum

20 ára gamli miðvallarin hevur fingið álitið í fleiri venjingardystum

Miðvallarin og føroyski U21-landsliðsleikarin, Gullbrandur í Horni Øregaard ger saman við liðfeløgunum í Sandnes ULF, ið spælir í næstbestu norsku fótbóltsdeildini klárt til enn eitt kappingarár.

 

Í dag var Gullbrandur við frá byrjan, tá Sandnes ULF í venjingardysti vann 1-0 á Jerv. 

 

Síðani nýggjárið hevur ungi miðvallarin fingið álitið, og er byrjaður inni í fleiri venjingardystum hjá Sandnes ULF.

 

Í undanfarna kappingarárið var Gullbrandur við í 14 dystum í næstbestu deildini. 

 

Kappingarárið hjá Sandnes ULF byrjar á heimavølli 10. apríl, tá Skeid kemur á vitjan. 

 

Áðrenn tað skal Sandnes ULF spæla venjingardystir móti Viking Stavanger og Start Kristiansand.