Hevur fingið fremstu virðislønina – einaferð afturat

Heiðurslønirnar regna á føroyska sjónleikaran í Danmark

Aftur í ár hevur føroyski sjónleikarin í Danmark, Olaf Johannessen Reumert virðislønina, sum er fremsta virðisløn, ein sjónleikari í Danmark kann fáa. Tað siga tey bæði, Marita S. Dalsgaard og Olaf Johannessen í eini fráboðan í dag.

Og hetta er ikki minni enn fjórðu ferð, at hann fær hesa virðislønina. Hesa ferðina fekk hann virðisløðina saman við viðspælara sínum, Jens Albinus, sum hava bergtikið áskoðarar í sjónleikinum sum tvíburðabrøðurnir í Det store Stilhæfte.

Leikurin hevði gingið í eina viku tá ið øll leikhús vórðu lukkað tann 12. mars.

Í grundgevingini fyri at lata teimum virðislønina, sigur, at teir báðir hava framt eitt einastandi bragd í hesum leikinum, og at teir mugu býta virðislønina ímillum sín, men at tað er heilt í samsvari við andan í leikinum.

Sjálvur var Olaf ikki til staðar til handaninna á Folketeateret í gjár. Hann var nevniliga á palli í Teater Republique, har hann spælur Faust.

Hini árini Olaf hevur vunnið fyri besta mannliga høvðusleiklut, eru í 2015 og í 2016. Í 2018 vann fekk hann Reumert – heiðurslønina.