Hevur fingið øll loyvi - skrivliga

Gudmund Mortensen á Tvøroyri skilir ikki, hví trupulleikar hava stungið seg upp um fiskiloyvi til nýgga Rasmus Effersøe. Øll loyvi eru ílagi, annars var báturin sjálvsagt ikki keyptur, sigur hann

 

Fiskiskapur


Á Tvøroyri gongur í løtuni ein maður og veit ikki um hann er keyptur ella seldur. Ella tað er kanska rættari at siga, at hann veit ikki, um hann hevur fiskiloyvi ella ikki.

Tað er Gudmund Mortensen, reiðari. Herfyri keypti hann trolaran, Haukur, úr Íslandi og gav honum navnið Rasmus Effersøe. Ætlanin var, at hann skuldi yvitaka rættindini hjá gamla Rasmuss Effersøe, sum sostatt skal úr flotanum.

Men síðani hevur ivi tikið seg upp um tað yvirhøvur ber til at geva nýggja Rasmus Effersøe Fiskiloyvi undir Føroyum.

Hetta skip er nevniliga fyrrverandi Snoddið, sum fekk upphøggingarstuðul í sínari tíð, tá ið hann varð seldur til Íslands.

Og nú er Fiskimálastýrið komið eftir, at tað er ivingarsamt um tað yvirhøvur nakrantíð er loyvt at geva einum skipi fiskiloyvi aftur, sum einaferð hevur fingið fingið upphøggingarstuðul.

Gudmund Mortensen sigur, at áðrenn hann keypti trolaran úr Íslandi, útvegaði hann sær sjálvsagt øll tey neyðugu loyvini.

? Annars varð báturin ongantíð keyptur, tað er sjálvsagt, sigur hann.

Hann sigur, at hann tískil bæði hevur fingið skrivligt fiskiloyvi og veiðiloyvi til nýggja bátin. Tvs, at tað eru loyvini hjá gamla Rasmus Effersøe, sum eru førd yvir á nýggja bátin og tað hevur hann skrivligt frá Fiskimálastýrinum.

Annars fór gamli Rasmus Effersøe ein túr afturat mikukvøldið. Nýggi Rasmus er í Havn, hann verður málaður og fær onkrar ábøtur og ætlanin var, at hann skuldi koma suður seinni í vikuni.

Men tá ið hesin túrurin hjá gamla Rasmus er liðugur um einar 10 dagar, var tað ætlanin at nýggi Rasmus Effersøe skuldi fara fyrsta túrin.

Fyri at kanna málið, hevur Fiskimálastýrið biðið um eina lógfrøðiliga meting av, um tað er loyvt at geva nýggja Rasmus Effersøe fiskiloyvi, hóast hann fekk upphøggingarstuðul fyri einum 10 árum síðani, tá ið hann nevndist Snoddið.

Gudmund Mortensen sigur, at enn hevur hann onki hoyrt aftur frá Fiskimálastýrinum.

Men hann dylir ikki fyri, at tað fer at koma sera illa við, um niðurstøðan nú verður, at hann ikki kann fáa fiskiloyvi.

Vit spurdu hann eisini, hvat fer at henda, um endaliga svarið úr Fiskimálastýrinum verður, at Rasmus ikki kann fáa Fiskiloyvi.

? Sum sagt havi eg longu fingið øll loyvini skrivliga. Verður niðurstøðan nú ein onnur, má Fiskimálastýrið taka tað við sær, sum tað ber í sær. So má onkur onnur loysn finnast, er tað einasta, hann vil siga um tað.

Men hann dugir ikki at skilja trupulkleikin.

?Hetta er ikki sama reiðarí, sum fekk upphøggingarstuðul. Hetta er eitt nýtt reiðarí og tað fer eitt skip úr flotanum ístaðin fyri, so eg skilji ikki trupulleikan, sigur Gudmund Mortensen