Altjóða kunning
Tað er vælkent, at føroyska fiskidagaskipanin hevur vakt miklans ans runt um í heimi. Ikki minst hevur Jørgen Niclasen verið ein ferðandi umboðsmaður fyri føroyingar, tí sum gamal landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur hann seinastu árini ferðast í nógvum londum, har hann hevur greitt frá føroysku fiskidagaskipanini og teimum fyrimunum hon hevur frammum eina kvotaskipan, sum flest øll onnur lond dúva upp á.
Og í hesi vikuni varð hann so boðin til ES háborgina, Brüssell at halda fyrilestur fyri fiskivinnunevndini hjá ES um fiskidagaskipanina og um úrslitini av henni
Men Jørgin Niclasen sigur, at tað var stórur áhugi fyri teimum føroysku royndunum av fiskidagaskipanini eftir at hon nú hevur virkað í 10 ár.
Hetta var ein opin fundur í fiskivinnunevndini og umframt nevndarlimir, vóru eisini einir 50 áhoyrarar og lurtaðu.
- Men tað var eisini skilligt, at áhugin varð størstur hjá teimum, sum komu úr fiskivinnuøkjum, eitt nú úr Bretlandi og Spania.
Hinvegin vóru eisini fólk og lurtaðu úr londum mitt í Evropa, men tey vóru knapt so áhugað. Jørgin Niclasen sigur, at hann samanbar úrslitið av fiskidagaskipanini saman við fiskiskapinum í teimum londum, sum hava kvotaskipanir ístaðin.
- Í stuttum er er úrslitið tað, at í teimum londum, sum hava kvotaskipanir, er fiskiskapurin minkaður niður í helvt hesi seinastu 30 árini.
Hinvegin vísir úrslitið, at í Føroyum er fiskiskapurin tann sami, sum hann altíð hevur verið, tí vit hava altíð fiskað eini 100.000 tons um árið undir Føroyum og tað er framvegis úrslitið undir fiskidagaskipanini.
- Men so skerst heldur ikki burtur, at tað var eitt satt upplivilsi at halda ein fyrilestur, ið varð beinleiðis týddur til øll mál í Evropa, leggur Jørgin Niclasen afturat.