Hevur gingið nógv betur enn væntað

Tað eru nógv fleiri fólk, sum brúka ókeypis bussleiðini í Sundalagnum enn tey høvdu væntað

Bussleiðin, sum varð sett í fastari rutu ímillum bygdirnar í sundalagnum á nýggjárinum, hevur fingið nógv betri undirtøku enn vit høvdu væntað.

 

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda Kommunu.

 

Hann sigur, at tá í fyrra hálvár í ár varð farið, høvdu 2700 fólk koyrt við bussleiðini, og tað er nógv meiri enn tey høvdu væntað. Tá er vanligi skúlabarnaflutningurin ikki taldur við

 

Bussleiðin koyrir eina ferð um tíman ímillum tær størru bygdirnar í Sundalagnum, Hósvík, Hvalvík, Streymnes, Norðskála, Oyrarbakka og Oyri og tær smærru bygdirnar, Vík og Tjørnuvík hava tveir túrar um dagin.

 

Bussleiðin koyrir frá klokkan 15 um dagin til klokkan 22 og borgarstjórin sigur, at tað er tilvitað, tí tey mettu, at nógv tey flestu, sum fóru at brúka bussleiðina, eru ungdómurin, sum ferðast ímillum heimbygdina og ymsar hentleikar og ymisk tiltøk í øðrum bygdum í kommununi. Og tann metingin vísti seg at halda, tí tað eru at kalla tey ungu burturav, sum brúka bussleiðina, sigur hann.

 

Tey skráseta øll ferðafólk, hvørjum bygdum tey koma úr og hvørjar túrar tey brúka, og tað skal so brúkast til grundarlag, tá ið bussleiðin verður eftirmett, tá ið hetta árið er farið.