Tað hevur gingið væl hjá nýútbúnum lærarum at fáa starv. Tað staðfestir Skúlablaðið í morgun. Annars hevur tað mangan ljóðað, at tað gongur rættiliga illa hjá lærarum at fáa starv og summi hava sent spurnartekin við um tað yvirhøvur loysir seg at útbúgva so nógvar lærarar á hvørjum ári.
Skúlablaðið vísir á, at nýggjasta uppgerðin hjá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum vísir, at tað er ikki so ringt hjá nýútbúnum lærarum at fáa arbeiðið sum stúrt hevur verið fyri.
- Av teimum 32 lærarunum, ið fingu prógv í summar, eru tað bara tveir ið siga seg vera arbeiðsleysar. Hinvegin eru 21 í starvi í fólkaskúlanum, ein er í Skúlanum á Trøðni, fimm eru farin undir víðari lestur, og tríggir eru í øðrum viðkomandi starvi.
Nøkulunda sama mynd er hjá teimum, ið fingu prógv í fjør. Tey vóru 35 í tali, og 27 teirra arbeiða sum lærarar, trý eru farin undir víðari lestur og hini arbeiða aðrastaðni. Av teimum 32, sum fingu prógv í 2012, arbeiða 25 sum lærari, ein er arbeiðsleysur.
Fáa tey, sum júst hava tikið prógv, ikki starv, sleppa tey heldur ikki upp í ALS, og tí síggjast tey ikki aftur í hagtølunum yvir arbeiðsleys. Skúlablaðið hevur skilt, at talið á arbeiðsleysum lærarum í ALS er vaksið síðstu árini og er nú 17. Hinvegin kann hugsast, at veruliga talið er størri, tí vit vita, at lærarar, sum ikki fáa starv í fólkaskúlanum, finna sær starv aðrastaðni.
Á hvørjum ári tekur Námsvísindadeildin um 35 fólk inn á læraraútbúgvingina og vanliga fara einir 20 lærarar frá fyri aldur á hvørjum ári. Í ár er tó tann broytingin farin fram, at tað eru fleiri lærarar, sum eru farnir frá fyri aldur einans 60 ára gamlir.
Tað kann tykjast sum um at eftir tørvinum verða ov nógv tikin unn á læraraskúlan, men eitt ávíst tal av lesandi er ein treyt fyri einum góðum læraraskúla, heldur Skúlablaðið. - Tað er ikki so einfalt at broyta upptøkuna, tí verður tað gjørt, fær tað avleiðingar fyri so nógv viðurskifti har.
- Játtanin til fólkaskúlan stendur í stað, og tímatalið í fólkaskúlanum er skorið inn á bein, og tí kunnu vit ikki vænta, at fleiri lærarastørv verða. Samstundis vita vit, at nøkur av stuðulsstørvunum í fólkaskúlanum áttu at verið røkt av lærarum, men í staðin verða røkt av øðrum, tí tað er bíligari hjá skúlanum.
- Tað er sera óheppið fyri næmingin og skúlan í eini tíð, har vit samstundis siga, at øll skulu hava ein møguleika fyri útbúgving, sama hvørja avbjóðing ella brek tú hevur, sigur blaðið. |