Síðani Strandferðslan setti Hasfjord í sigling tann áttanda mai í fjør, hevur hann mist 20 siglingardagar av óhappum, brekum og umvælingum. Tað upplýsir Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslumálum.
Men harumframt hevur hann eisini mist onkrar einstakar túrar vegna umvælingar.
Beinta Løwe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu ofta, Hasfjord hevur verið til umvælingar, síðan hann kom til landið, og hvussu nógv tað hevur kostað.
Landsstýrismaðurin sigur, at Strandferðslan hevði brúk fyri einum skipi til at føra tungan farm til Sandoynna og tí varð Hasfjord keypur úr Noregi í desember í 2019.
Ymsar umvælingar vórðu gjørdar í Noregi, og síðan eisini í Føroyum, fyri at lúka tey krøv, sum Skipaeftirlitið setir fyri at hann kundi fáa siglingarloyvi. Hasfjord hevur eisini loyvið til 12 ferðafólk og hann fór í sigling 8. mai fjør.
– Hasfjord bar við botn í innsiglingini í Skopun 24. juni í fjør, men nú skipið var í dokk kortini, varð avgjørt eisini at vatnblása og mála botnin, soleiðis at alt arbeiðið varð gjørt um eina leið. Hasfjord skuldi annars á beding seinri í árinum til sama arbeiði, men hann fór so í sigling ein slakan mánað seinni, ella tann 21. juli.
Jørgen Niclasen sigur, at tann 19 februar tóku trupulleikar seg eisini upp í høvuðspumpuni til bógskrúvuna, og tí var Hasfjord tikin úr sigling í einar tvær vikur, til 2. mars. Men umframt heta, hevur onkur einstakur túrur ikki verið sigldur vegna umvælingar.
Hasfjord siglir vanliga týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag, og sostatt hevur hann bara mist einar 20 vanligar siglingardagar, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at Løgtingið játtaði 10 milliónir til at keypa farmaskip fyri, og til at gera neyðugar umvælingar fyri at lúka krøvini hjá klassanum. Landsstýrismaðurin hevur fingið at vita frá Strandferðsluni, at Hasfjort kostaði 3,5 milliónir at keypa og umvælingarnar kostaðu aðrar 3,5 milliónir. Sostatt kostaði tað sjey milliónir at gera hann siglingarklárar. Strandferðslan hevur eisini upplýst fyri landsstýrismanninum, at umvælingar, tillagingar og annað, sum eru gjørdar síðani, hava kostað einar tvær milliónir.