Hevur onkuntíð verið stuttligari í saltfiskinum

- Tað hevur onkuntíð verið stuttligari at reka saltfiskaframleiðslu, enn tað er í dag, nú tað er so trupult at fáa hendur á fiski. Fiskurin er dýrur, samstundis sum marknaðarprísirnir ikki eru øktir í sama mun, sigur Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn, ið nú fær Jens Martin Knudsen sum nýggjan virkisleiðara

Saltfiskur

 

Í 2003 varð saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum kosið at vera Ársins virki. Hetta er eitt lutfalsliga lítið virkið, ið vit kunnu siga legði øll hini aftur um seg í hesi kapping. Vinnuhúsið, sum skipar fyri Vinnudegnum, har Ársins virki verður kosið, segði í sínum viðmerkingum, at á Vaðhorn arbeiða sera dugnalig fólk, og hetta árið var eingin ivi um, at Vaðhorn skuldi hava heiðurin sum Ársins virki.

Jógvan Gregersen var stjóri á virkinum í 2003, og hann er stjóri á virkinum enn í dag.

Nú er hann eisini annar av eigarunum.

 

Nýggjur virkisleiðari

Í summar keyptu Háldan Haldansen og Jógvan Gregersen Vaðhorn, og nú frá 1. oktober verður Jens Martin Knudsen virkisleiðari á saltfiskavirkinum á Hulki.

Jansy Brøðraberg hevur verið virkisleiðari á Vaðhorn í fleiri ár, og stjórin sigur, at hon hevur verið serstakliga skilagóð, ófør og dugnalig.

- Jansy hevur soleiðis fingist við fólk í nógv ár, og nú ynskir hon at halda fram at arbeiða á virkinum sum vanligt arbeiðsfólk.

Jógvan Gregersen sigur, at Jens Martin Knudsen hevur fingist nógv við fisk, og hann hevur eisini leiðaraútbúgvingar innan ótrótt, sum eisini snúgva seg um at fáast við fólk og at skipa fyri.

Teir, sum hava átt Vaðhorn síðan endurstovnanina 1. januar 1995, vóru eitt nú Teymavirkið, Kambur, Strandingur, Skipasmiðjan – og seinni var Framtaksgrunnurin eisini komin upp í eigaraskaran.

- Nú eru tað so vit báðir, sum eiga virkið, sigur Jógvan Gregersen, ið hevur starvast sum stjóri á Vaðhorn í eini 5-6 ár.

Eini 40 fólk arbeiða hjá Vaðhorn.

 

Trupul tíð

Í fiskivinnuni gongur upp og niður, bæði á sjógvi og landi. Høvuðsrávøran hjá Vaðhorn er toskur, og nú lítil toskur er at fáa, er hesin nógv eftirspurdur og dýrur at fáa hendur á.

- Ja, eg vil siga, at tað hevur onkuntíð verið stuttligari at reka slíka framleiðslu enn í dag, nú tað er so trupult at fáa hendur á fiski – og fiskurin er so dýrur, samstundis sum marknaðarprísirnir ikki eru øktir í sama mun.

Jógvan sigur, at av rávøruni, sum virkið hevur keypt higartil í ár, er 45% toskur, 32% brosma og 23% longa.

- Toskur skuldi helst verið ein uppaftur størri prosentpartur, men tað er tørvur á toski bæði her hjá okkum og eitt nú í Íslandi og Noregi. Toskur er soleiðis ein rættilig mangulvøra í løtuni, sigur hann.

At so lítil toskur kemur upp á land, merkir eisini, at minni fiskaarbeiði er á saltfiskavirkjunum, sum leggja dent á toskin í síni rávøru.

- Toskurin, sum vit fáa hendur á, er skjótur at koyra ígjøgnum maskinurnar, og ikki minst seinastu 3-4 vikurnar hevur hesin fiskur verið ringur at fingið hendur á. Hetta hava vit merkt, so tað forslær, sigur hann.

Jógvan Gregersen fegnast annars um, at prísirnir fyri saltfisk, sum er virkaður úr toski, kvinkar uppeftir í løtuni.

- Hetta er eisini neyðugt, tí í longdini kann eingin framleiða eina fiskavøru við halli, sigur hann.

 

Munurin minkaður

Føroyskur saltfiskur hevur í nógv ár havt sera gott orð á sær úti á marknaðinum, og føroyskir framleiðarar hava fingið betri prís fyri sínar vørur enn onnur lond, vit vanliga samanbera okkum við.

- Men spurningurin er, nær hesir prísir eru komnir har til, at fólk ikki hava ráð at geva meira fyri hendan fiskin. Tað vita vit ikki, sigur Jógvan.

Hann vísir á, at ikki minst íslendingar eru farnir at gera sær størri ómak við saltfiskinum, og hetta ger, at kappingin við íslendska fiskin er harðari nú enn áður.

Spurdur, um íslendingar gjøgnum árini hava “kopierað” føroysku saltfiskaframleiðsluna, sigur stjórin, at helst er nakað um tað.

- Men, sum eg nevdi, gera teir sær eisini størri ómak nú enn áður, leggur hann aftrat.

Keyparalondini fyri fiskavørurnar hjá Vaðhorn eru serliga Spania og Italia.

- Ein italskur keypari segði, at í dag er minni munur millum besta saltfiskin – og hin ringasta. Hetta merkir so aftur, at kappingin á hesum marknaði er harðari enn áður, og tí er torført at liggja frammanfyri hinar útbjóðararnar, sigur hann.

 

Brosma og longa

Jógvan Gregersen sigur, at seinastu trý árini hevur tað verið torført at fingið nakað serligt burtur úr brosmu og longu sum saltfiski.

- Ráfiskaprísirnir á hesum fiskasløgum eru øktir við í minsta lagi 2-3 krónur seinastu fáu árini, men hinvegin hevur verið torført at fingið meira fyri lidnu vørurnar á marknaðinum, sigur hann.

Stjórin vísir á, at Vaðhorn lítið og einki hevur fingið burtur úr brosmuni og longuni síðan 2004, tá ráfiskaprísirnir øktust lutfalsliga nógv meira enn marknaðarprísurin fyri lidnu vørurnar.

- Tað er altíð ein kampur at virka í fiskivinnuni. Viðhvørt tjenar tú eitt sindur, og aðrar tíðir tjenar tú einki.

 

Einki serligt

Jógvan Gregersen sigur, at árið í fjør ikki var nakað at reypa av hjá Vaðhorn, og hann hevur ikki tær stóru vónirnar til nakað serligt úrslit í ár heldur.

- Tað verður helst ein spurningur, um vit megna at fáa avlop í ár, sigur stjórin á Vaðhorn.