? Tað nyttar ikki at blíva við at tveita Landssjúkrahúsinum nakrar snøklar her og nakrar snøklar har.
? Nú má okkurt veruligt gerast. Og tess longri vit bíða, tess dýrari verður tað.
Kristian Magnussen, fyrrverandi landsstýrismaður í almanna og heilsumálum, stúrir fyri gongdini á okkara høvuðssjúkrahúsi.
Sum vit greiddu frá í Sosialinum leygardagin hava serfrøðingar kannað viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum.
Niðurstøðan er, at støðan á Landssjúkrahúsinum er so hættislig, at tað er átrokandi neyðugt brúka ikki minni enn 500 milliónir til umvælingar, umbyggingar og útbygging tey næstu 10 árini - umframt tað, sum skal brúkast til vanliga raksturin.
Vánalig útlit
Men fyrrverandi Landsstýrismaðurin stúrir fyri, at við tí politikki, sum hetta landsstýrið førir, eru vánalig útlit til, at nakað veruligt verður gjørt við Landssjúkrahúsið.
?Hyggja vit eftir frágreiðingini, sum Karsten Hansen legði fram um fíggjarpolitikkin í 2001 og frameftir, mugu vit bara staðfesta, at vónirnar eru vánaligar um, at nakað munagott verður gjørt við Landssjúkrahúsið.
Kristian Magnussen sigur, at í ár metti bygginevndin, at tað var neyðugt at seta 30 millionir av til ymsar íløgur á Landssjúkrahúsinum. Men tað blivu bara 10 milliónir settar av.
? Samstundis ger Karsten Hansen greitt, at landsstýrið ætlar ikki at brúka meiri pening til byggingar og útbyggingar enn í ár.
? So verður ikki meiri ferð sett á eru vánalig útlit til, at Landsjúkrahúsið nakrantíð kemur uppundan aftur.
Og hetta er ein gongd, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin staðiliga ávarar ímóti, tí tess longri bíðað verður við at tess dýrari verður tað, og tess vandamiklari er tað fyri virksemið á Landssjúkrahúsinum.
Trupulleikin á Landssjúkrahúsinum er ikki nýggjur. M.a. hevur tú sjálvur umsitið málið í Landsstýrinum, men tá var heldur ikki tað stóra gjørt?
? Tað er rætt. Men tá ið eg kom í tingið, máttu vit leggja eina fíggjarlóg, sum hevði yvir 300 milliónir í halli fyri at hava samfelagshjólini malandi. ? Nú hava fíggjarlógirnar 700 milliónir í yvirskoti. ? Tað er ein munur uppá eina heila milliard og tí eru umstøðurnar at gera nakað heilt øðrvísi nú, sigur Kristian Magnussen.
Hann sigur, at eitt, sum politikarar mangan føra fram, er, tað mugu ikki gerast og stórar íløgur í miðøkinum, tí her er so nógv virksemi frammanundan. Tí visir tað seg at vera ein illvilji ímóti at fara í holt við hesa útbyggingina
? Men nú liggur Landssjúkrahúsið av tilvild í Havnini, og hetta er ein trupulleiki, sum má loysast nú. Og vit skulu minnast til, at talan er um eitt Landssjúkrahús, sum er sjálvt hjartað í føroyska heilsuverkinum. Virkar tað ikki, virkar heldur onki annað lið í heilsuverkinum.
? Tí er bara eitt at gera, og tað er at fara ígongd, sigur Kristian Magnussen
Sjúkrahús framum studentaskúla
Fyrrverandi Landsstýrismaðurin sigur, at eftir fíggjarlógini eru tær almennu íløgurnar lægri í Føroyum, enn tær eru í øðrum londum.
? Tí ber tað væl til at hækka íløgurnar.
? Og tað er heldur ikki ein spurningur um at hava ráð, tí tað er ov mikið av pengum í Landskassanum.
? Men tvíheldur Landsstýrið um, at íløgurnar skulu ikki vera hægri enn tær eru, mugu íløgurnar raðfestast.
? Eitt nú er tað fullkomiliga burturvið, at samgongan í fullum álvara arbeiðir við at byggja nýggjan studentaskúla í Havnini, sum kanska fer at kosta eina hálva milliard, tá ið avtornar.
? Hetta er tann blanki ørskapur, tí hetta er ikki annað, enn at onkur politikari vil reisa sær minnisvarða.
Kristian Magnussen sigur, at tað ber væl til at nøkta tørvin við at byggja skúlan í Hoydølum út.
? So ætlanin at byggja nýggjan skúla kann saktans leggjast til síðis, uttan nakað hóvasták og peningurin brúkast til Landssjúkrahúsið ístaðin, sum hevur nógv størri týdning.
? Hetta er ein spurningur um raðfesting, tí tað gongur ikki longur at tveita Landssjúkrahúsinum nakrar snøklar nú og nakrar snøklar tá.
Hann heldur, at hetta er eisini ein spurningur um at hava virðing fyri teimum, sum betal skatt.
? Fólk betala skatt fyri at fáa ymsar tænastur afturfyri, fyrst og fremst eitt gott heilsuverk, almannaverk og eitt gott skúlaverk, umframt ymiskt annað. Men her hava vit tað paradoksið, at umframt tað, hava vit eina samgongu, sum leggur peningin til síðis til eina ávísa politiska ætlan.
Grundgevingin er eisini, at vit mugu ansa eftir, at vit ikki seta ov nógva ferð á búskapin?
? Tað er rætt. Men, hvat skal Landssjúkrahúsið gera við tað. Har er støðan tann, at tað er heilt bráðneyðugt at gera íløgur uppá 500 milliónir tey næstu 10 árini. ? Og tað ber ikki til, at heilsuverkið framvegis skal verða rikið, sum um vit høvdu djúpastu kreppu í landinum.
Eisini í Suðuroy
Kristian Magnussen harmast stórliga um, at nú verður sama mistak gjørt á Suðuroyar Sjúkrahúsi, sum er gjørt á Landssjúkrahúsinum.
? Har er játtanin so lítil, at tað verður neyðugt at taka frá rakstrinum til lønir.
? Tað er heilt hol í høvdið, tí tað førir bara við sær, at bygningarnir fella í órøkt, t í teir fáa ikki tað viðlíkahaldið, sum krevst fyri at varðveita teir á sama støði, sum eru á nuú- og sum teir skulu vera á, sigur Kristian Magnussen.