- Á skúlanum fingu vit tvær máltíður um dagin, men heima er tað ikki altíð, at vit hava ráð til mat. Í vikuskiftinum eta vit kanska annan dagin, kanska hvørgan, sigur 18 ára gamla Zuenah Akiniyi, sum hevur søkt um uppihaldsloyvi í Føroyum.
Seinastu mánaðirnar hevur hon verið í Føroyum og vitjað. Hon hevur millum annað verið á skúlum í Suðuroynni og greitt frá lívi sínum í Kenja.
- Pápi mín arbeiðir sum trygdarvørður, meðan mamma hevur ymisk smærri størv frá degi til dag, ofta sum vaskihjálp. Nógvar dagar finnur hon einki arbeiði, og tá fær hon tí onga løn. Pápi tjenar ikki so nógv, og helvtin av inntøkuni fer til at rinda fyri húsini, sigur hon.
At enda rakk lønin hjá pápanum ikki til, og Zuenah Akiniyi mátti gevast í skúlanum. Foreldrini høvdu ikki longur ráð til skúlagjaldið. Næstu tíðina hjálpti hon mammu síni, inntil hon ein dagin hoyrdi um skúlan hjá NLAI, har hon slapp at byrja í 2013.
Les eina longri samrøðu við Zuenah Akiniyi í Vikuskiftissosialinum, sum kom út í kvøld.