Hevur sitið í bygdarráðnum í næstan 10.000 dagar

Í 9.969 dagar og nætur hevur Arni Teindal sitið í bygdarráðnum í Fámjin.

- Í dag havi eg sitið í 27 ár og tríggjar og ein hálvan mánað - ella í 9.969 dagar tilsamans - í Fámjins bygdarráði.

 

Soleiðis skrivar Arni Teindal á sínum Facebook-vanga í dag.

 

- Hetta merkir, at eg havi sitið júst helvtina av mínum lívi í bygdarráðnum, leggur hann aftrat.

 

Hann vísir á, at ikki er bygdin hin størsta. Kortini hevur tíðin í bygdarráðnum verið framúr áhugaverd.

 

- Tað hevur verið fantastiskt at verið við til at stýra hesi fantastisku bygd saman við nógvum góðum og áhugaðum fólkum.

 

At enda takkar Arni Teindal fyri møguleikan, hann hevur fingið øll hesi ár.

 

##med2##