Hevur skaffað havnarfólki fisk á borðið í 25 ár

Suðringurin er trúliga í Havnini hvønn fríggjadag og í morgin ári verður hann aftur upp á pláss í gongugøtuni

Óli Johansen, og Jenny Olsen, sum arbeiðir hjá honum, eru í ferð við at pakka spildurnýggja kølibilin, so at tað er klárt at fara til Havnar í morgin ári

– Eg havi fingið eina heilt ótrúliga góða móttøku allastaðni frá. Tað sigur tvøramaðurin, Óli Johansen, sum í Havn, og aðrastaðni norðanfyri, kanska er betri kendur undir navninum, Suðringurin. Í ein mansaldur hevur hann havt sína egnu, lítlu fyritøku, har hann hevur selt fisk, mest til privatfólk.

 

Men fyri 25 árum síðani fekk hann eisini ta hugskot at fara til Havnar við jøvnum millumbilum við fiskabilinum. Síðani hevur hann trúliga verið í Havnini fríggjadagar, í fyrstuni annaðhvønn fríggjadag, men nú í nógv ár hevur hann verið føst býarmynd í gongugøtuni í Havnini hvønn fríggjadag, har hann stendur uttan fyri býráðshúsið við fiskabilinum. Og í morgin verður hann, sum vanligt, aftur til staðar í Gongugøtuni, men hesaferð við spildurnýggjum kølibili, fullum av fiskavørum.

 

Tað verður onkuntíð sagt, at tann, sum roynir at selja fisk í Føroyum, skal vera heilt óvanliga bjartskygdur, tí tað sleppur mann ikki av við. Men tað vil Suðringurin ikki skrivað undir upp á. Hann sigur, at tað stendur ikki á, at sleppa av við fiskavørurnar og hann hevur nógv, føst viðskiftafólk, sum vitja fiskabilin, at kalla hvørja ferð hann vísir seg í gongugøtuni.

 

Seinastu tíðina hevur hann eisini verið aðrastaðni norðanfyri við fiskabilinum og hann sigur, at móttøkan, og blíðskapurin, er avbera góð allastaðni. Hann hevur eisini fingið góðar sømdir frá myndugleikunum, eisini frá Tórshavnar býráð, tí hann hevur fingið eitt pláss til fiskabilin, sum hann er sera væl nøgdur við.

 

Heilir fimm borgarstjórar hava verið í Havnini hesi árini, Suðringurin hevur verið fastur fusur í Gongugøtuni, Lisbeth Petersen, Jan Christianen, Leivur Hansen, Annika Olsen og í tveimum umførum, Heðin Mortensen.

 

##med2##

 

Virksemið hjá Suðringinum er løggilt og sostatt er tað undir eftirlitið av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan ber onkuntíð orð fyri at verða alt ov strong í sínum eftirliti og ómøgulig at hava við at gera. Men tað heldur Suðringurin ikki. At fáast við matvørur skal takast í størsta álvara, so mær dámar væl, at tað er strangt eftirlit við okkum, sigur Óli Johansen.

 

Hann dugir ikki ordiliga at siga, hvat tað gongur mest av. Men hann sigur, at tað er týðiligt, at uppundir høgtíðir, endaveitslur í skúlum, ólavsøkuna og aðrar stevnur, gongur rættiliga nógv av kalvafiski til salat til tað kalda borðið.

 

Óli Johansen, og Jenny Olsen, sum arbeiðir hjá honum, eru í ferð við at pakka spildurnýggja kølibilin, so at tað er klárt at fara til Havnar í morgin ári

Suðringurin stendur inn á virkinum á Tvøroyri og sker kalva sundur at hava við til Havnar í morgin ári