Vandi er fyri at einasta undirvísingarstarv í føroyskum máli og bókmentum uttanfyri Føroyar verður spart burtur.
Í dag verður undirvíst í føroyskum máli og bókmentum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og er tað einasta undirvísingarstarv á hesum øki uttanfyri Føroyar. Vegna møguligar samanleggingar av stovnum, er nú vandi fyri at starvið verður spart burtur.
Sjúrður Skaale hevur tí sett undirvísingar- og granskingarráðharranum Esben Lunde Larsen ein spurning um hvussu tað ber til, at meðan føroysk skúlabørn læra danskt úr 4. flokki og langt upp í miðnámsskúlan, so kunnu danir skjótt ikki læra føroyskt nakrastaðni.
- Vit brúka nógvar føroyskar pengar at undirvísa í donskum í Føroyum. Kann stjórnin so ikki brúka eitt lítið sindur av pengum til eitt starv í Danmark? Tað haldi eg er for galið, sigur føroyski fólkatingslimurin hjá Javnaðarflokkinum.
- At man nú sparir burtur tað einasta undirvísingarstarvið í føroyskum er tað øvugta av tí, sum bleiv sagt, sigur Sjúrður Skaale og sipar til orðini hjá Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharra, tá hann, í samband við at danskir myndugleikar skuldu flagga við Merkinum á ólavsøku segði, at vit skulu virða hvønn annan og vita meiri um hvønn annan.
- Og um man sigur tað og flaggar, men samstundis skerjir einasta undivísingarstarvið burtur, so er tað ein mótsetningur millum tað, sum bleiv sagt, tá man avgjørdi at flagga og tað, sum man ger í veruleikanum, og tað haldi eg eigur at átalast, sigur Sjúrður Skaale.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Sjúrð Skaale í tíðindunum á Rás 2 í dag.