- Eg hoyri javnan kvinnur siga, at tær hava snýtt! At tær eru dotnar útí, og tað ljóðar til tíðir, sum tær hava gjørt okkurt rættiliga kriminelt. Tá eg so spyrji, hvat tað er, tær meina við, so hava tær kanska fingið sær kips, etið góðgæti ella verið í bindiklubb. Sum eftir míni tykki ikki eru petti farlig, men harafturímóti eru rættiliga vanlig, og ein stórur partur av njótilsi og góða lívinum sum heild, sigur Sølvá Jansdóttir Joensen, yrkisbachelor í føðslu og heilsu og persónligur venjari, í nýggjum bloggi.
- Tað er ikki hvat vit eta, ið hevur týdning fyri heilsuna. Sjálvandi eiga vit at hugsa um, at tað, sum vit koyra í munnin í stóran mun gevur kroppinum orku og aðrar ágóðar. Men tað er okkara forhold og tankar um mat, ið kunnu vera “sunnir” ella “ósunnir”, sigur hon.
- Hvat nú um eg sigi tykkum, at tað at eta “sunt” í stóran mun hevur nakað at gera við mongdir. At tað at liva “sunt” hevur nógv at gera við, hvussu tú etur, og hvussu tú hevur tað við at eta, spyr hon.
- Mínar royndir eru, at læra vit okkum at sleppa øllum reglum, ið stýra okkara matvanum, læra vit okkum at loyva øllum, at eta uttan reglur og tankar um, hvat er “sunt”, hvat er “gott”...Ja, so eta vit í roynd og veru ótrúliga gott, mettandi, passaligt, eftir okkara tørvi og uttan at gera ov nógv ella ov lítið av, sigur hon.
- Tí tað eru tankarnir, og reglarnar, ið gera at vit blíva “bimmelim”, at vit til endans enda við nógvum forstýraðum reglum um mat, sum síðani føra til annaðhvørt ovát ella gera at vit enda í føðslutroti. Hetta er YoYo vektin eitt produkt av, staðfestir hon eisini.
Á blogginum, ið kann lesast á www.solva.fo hevur Sølva Jansdóttir Joensen eisini fleiri boð um, hvussu vit finna hesa javnvágina, og hvørjar spurningar ein kann seta sær sjálvum fyri at fáa eitt sunt og gott forhold til matin, vit eta.