Tórshavnar kommuna hevur seinastu árini gjørt nógv fyri at betra um umstøðurnar hjá ymsu aldurs og áhugabólkunum í kommununi. Tey, ið íðka ítrótt, hava fingið rennibreyt, útifimi og eina snotuliga fimleikahøll. Eitt nýtt eldraheim er um at vera liðugt úti á Boðanesi. Fleiri barnagarðar eru bygdir seinastu árini. Hetta eru alt góðar íløgur, ið økja um trivnaðin og gera tað betur at búgva í Tórshavnar kommunu. Hóast stórar íløgur seinastu árini er ein aldurs og áhugabólkur, ið er blivin forsømdur og yvirsæddur. Talan er um ung og lesandi. Kommunan hevur fá tilboð til ung og lesandi, og verandi tilboð eru ótíðarhóskandi. Samstundis sum eingi tilboð eru til henda aldursbólk minkar hann. Frá 2010 til 2012 er hesin aldursbólkur minkaður við 2,5%. Tí er tað av alstórum týdningi, at kommunan tekur stig til tiltøk, ið fáa henda aldursbólk at støðast. Tað er í høvuðsheitinum trý stig, sum kommunan skal taka, fyri at betra um trivnaðin hjá teimum ungu og fyri at fáa tey at støðast. Tey eru:
1. Byggja lestraríbúðir miðskeiðis í býnum
2. Finna eini felagshús/hølir til ung
3. Stovna eitt ungdómsráð
Íbúðir
Manglandi íbúðarmøguleikar er ein av høvuðsorsøkunum til at ung fara uttanlands at lesa. Ung tíma ikki at vera búgvandi heima, men samstundis er tað ov dýrt hjá teimum at leiga eina íbúð um tey lesa. Tí er tað av stórum týdningi at kommunan tryggjar lagaligar bústaðarmøguleikar til lesandi. Eitt uppskot kundi verið at bygt lestraríbúðir har Kommunuskúlin stendur í dag.
Felagshølir til ung
Lesandi og ung annars hava einki tilhaldsstað í kommununi. Í fjør fekk felagsskapurin røddin eitt lítið høli frá kommununi, sum skuldi vera ungdómshús. Men hølið var ikki meir enn latið upp áðrenn býráðið seldi lonina har hølið var. Dagtilhaldini og ungdómshúsini eru sólsøgur um hvussu tilhaldssøð kunnu betra trivnaðin hjá fólki. Í kommununi manglar eitt hølið har ung millum 18 og 30 kunnu hittast. Hølini kunnu samstundis vera karmur um stóra ungdómsvirksemið í kommununi og hýsa tiltøkum og kreativum verkstøðum fyri ung.
Ungdómsráð
Tey ungu í Tórshavnar kommunu hava onga felags rødd. Í kommununi eru eldraráð, eigarafeløg o.a. Hesi ráðgeva kommununi um viðurskifti sum viðkoma teimum. Í kommununi er tørvur á einum ungdómsráðið, sum kann ráðgeva býráðnum um viðurskiftini hjá teimum ungu og vísa á ábøtur, sum eru neyðugar fyri henda aldursbólk.
Samanumtikið eru eingi kommunal tilboð til tey ungu í Tórshavnar kommunu. Hesin aldursbólkur minkar støðugt, og kommunan hevur ikki ráð at missa tey. Tí er ein tann týdningarmesta uppgávan hjá einum komandi býráðið at tryggja at omanfyristandandi átøk verða framd í verki.