Nevndin í BúK
Gunnar Bjarnason, Kristoffur Hentze og Róar Akralíð
---------------------------------------
Í Føroyum vita vit ikki, hvussu stóran búskaparvøkstur vit hava havt tey seinastu mongu árini. Tey flestu halda tó, at vit hava havt ein høgan búskaparvøkstur seinastu tíðina, tí tey vita, at bæði tey, nábúgvin og vinir hava havt nokk av arbeiði. Tey hava varhugan av, at tað gongur gott. Men eingin kann siga við vissu, um vit veruliga hava havt ein ógvusligan høgan búskaparvøkstur, tí eingi tøl finnast fyri vøksturin í bruttotjóðarúrtøkuni (BTÚ) í føstum prísum. Tó kann ein smáfegnast um, at tað hóast alt finnast tøk tøl fyri BTÚ í ársins prísum. Hesi tøl kunnu sjálvandi ikki nýtast til at siga nakað um búskaparvøksturin, men tað ber til at siga, hvussu nógv til dømis vøruútflutningurin fyllir av landsframleiðsluni; ella hvussu høgt skattaprosentið er í Føroyum og okkurt annað lutfall. Men tíverri er tað seinasta tali fyri BTÚ í ársins prísum frá 2003. Hetta kann sostatt ikki nýtast til nakra áleikandi skilgreining. Tað er jú so nógv ár síðani, at alivinnan til dømis er farin á heysin og risin uppaftur í hesum tíðarskeiði… Heldur ikki eru dagførd tøl fyri gjaldsjavnan, sum lýsir okkara viðurskifti við umheimin, tøk. Seinasta talið er frá 2003. Sostatt eru vit óvitandi, um hvussu nógv vit hava keypt frá umheiminum tey seinastu fýra árini. Og í fjør sannaði føroya fólk, at tað ikki ber til at siga, um búskapurin er heitur, tí arbeiðsmarknaðarhagtølini eru ov vánalig. Hetta eru bara nøkur av teimum ógvuliga grundleggjandi hagtølunum, sum vit mangla í Føroyum.
Tað er ræðandi, at slík hagtøl vanta í Føroyum. Vit vita als ikki hvørja kós, vit fara. Vit fáa ikki samanborið okkum við onnur lond. Búskaparfrøðingar fáa ikki givið haldgóð tilmæli. Politikarar fáa ikki mett um gagnið á tí førda politikkinum. Úrslitið er í veruleikanum, at fordómar og uppáhøld hava frítt spæl í Føroyum, tí tey objektivu tølini mangla. Eingin fær prógvað nakað, og eingin fær mótprógvað nakað. Hetta er álvarsamt fyri fólkaræðið, tí ikki ber til hjá veljaranum at meta um útsagnir og vallyfti hjá politikarum. Vit sóu til dømis í júst farna valdysti, at summir flokkar lovaðu meiri vælferð, um búskaparvøksturin verður fimm prosent. Hvussu kann ein flokkur lova slíkt, tá ið vit eingi tøl hava fyri búskaparvøksturin? Hvussu kann veljarin meta, um flokkurin heldur sítt vallyfti? Hevur tú sæð nøkur hagtøl? Ein flokkur segði, at skattalættin hjá ABC-samgonguni var atvoldin til, at ein milliard var komin aftrat inn í landskassan. Mekanisman er millum annað, at fólk arbeiða meiri, tá ið tey rinda minni í skatti. Flokkurin vildi tískil, at veljarin skuldi taka undir við teirra skattapolitikki. Men tíverri fyri flokkin ber als ikki til at prógva, at hetta var galdandi seinastu fýra árini, tí vit hava eingi góð arbeiðsmarknaðarhagtøl, og tískil vita vit ikki, um arbeiðstímarnir fyri hvønn persón eru øktir tey seinastu árini. Ein skattalætti kann jú líka so gott elva til, at fólk taka sær meiri frí, tí tey varðveita somu inntøku aftaná skatt, hóast tey arbeiða minni - men hetta kann sjálvandi heldur ikki prógvast. Ein annar flokkur segði, at blokkurin var bert fimm prosent av BTÚ í 2007. Tað vita vit ikki. Vit vita, at blokkurin var 615 milliónir í 2007, men vit vita, sum áður skrivað, ikki, hvussu stórt BTÚ var í 2007. Tað fáa vit í fyrsta lagið, við núverandi hagtalskørmum í Føroyum, at vita í 2012… Kanska onkur søgufrøðingur hevur áhugað fyri tølunum, tá ið tey koma.
Ringt er at meta um, hvat er løgnari. At hagtøl, sum ikki eru tøk, verða brúkt í vallyftum og grundgevingum. Ella at somu persónar, sum ikki vilja syrgja fyri, at hagtølini eru tøk, brúka tey í vallyftum og grundgevingum.
Hagtalsstøðið í Føroyum má betrast. Økið má raðfestast munandi hægri, um subjektiv uppáhøld skulu avloysast av siðuligum samfelagskjaki, um dygdargóð búskaparlig tilmæli skulu fáast til vega og hagtøl skulu nýtast í politisku búskaparstýringini. Politikarar áttu at raðfest hetta beinavegin. Hinvegin kann tað sjálvandi enda við, at hetta umsíðir kemur í rætt lag, sum so mangt annað, av eksternum trýstið. Føroyskur limaskapur í EFTA og EBS-samstarv við ES fer jú allarhelst at krevja betri hagtalsgrundarlag, tí ES hevur víttfevnandi hagtalssamstarv við EBS-londini.
BúK stendur fyri Búskaparfrøðislesandi í Keypmannahavn
Vøksturin í BTÚ í føstum prísum verður funnin við, at somu vøru- og tænastuprísir (tvs. fastar prísir) verða nýttir í samanberingini av landsframleiðsluni í tveimum árum. Tað vil siga, at tá ið búskaparvøksturin frá 2006 til 2007 skal roknast, skulu prísirnir frá 2006 brúkast, tá ið virðið á framleiðsluni fyri 2007 verður ásett. Brúkaraprístalið hjá Hagstovu Føroya kann ikki brúkast til slíkt, tí tað tekur ikki hædd fyri broytingum í framleiðsluni.
Skattaprosentið verður roknað sum samlaðir skattir býtt við landsframleiðsluni. Hetta er mest nýtti háttur.