Hevur tú X Factor?

Leitað verður nú eftir nýggjum luttakarum til donsku X Factor kappingina, og í heyst verða fyrstu upptøkuroyndirnar

Føroyingar hava av álvara sett dám á donsku X Factor sjónvarpskappingina. Vinnarin Linda Andrews og profilar sum Anna Nygaard og Sveinur Gaard Olsen hava verið millum tey bestu í kappingini. Og nú leitað verður eftir nýggjum luttakarum til X Factor næsta ár, er spurningurin, um føroyskir sangarar aftur hesaferð fara at bjóða seg fram og gera vart við seg.

Danmarks Radio hevur gjørt av, at sætta umfarið av X Factor verður næsta ár, og enn einaferð verður tað framleiðslufelagið Blu, sum skal standa fyri kappingini.


Nógv vilja við

DR bjóðar nú fólki at tekna seg til kappingina, og gongur tað sum vanligt, so verða tað eini 2.000 fólk í øllum aldri, sum fara at bjóða seg fram.

Í fyrsta umfari skulu fólk tekna seg til umvegis heimasíðuna hjá DR, men longu í heyst verða innleiðandi upptøkuroyndirnar – precasting, sum tað so fínt eitur – í Keypmannahavn og Aarhus.

Kravið fyri at verða við í X Factor er, at tú ert blivin 15 ár áðrenn 1. feburar næsta ár, og at tú ert danskur ríkisborgari. Og tú mást ikki hava avtalu við nakað plátufelag ella líknandi um tónleik.

Á heimasíðuni hjá DR verður eisini greitt frá, hvat roknað verður við av luttakarunum – millum annað at teir kropsliga og sálarligar megna at luttaka í eini sjónvarpskapping av hesum slagnum.