Hevur tikið dik á seg seinastu mánaðirnar

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri sjey prosent meira enn somu mánaðir í fjør

Í gjár skrivaðu vit, at innflutningurin til Føroya átta teir fyrstu mánaðirnar í ár, var 5,7 milliardir – og at tað er met. Nú hevur Hagstovan gjørt upp, at útflutningurin eisini hevur verið 5,7 milliardir hesar fyrstu átta mánaðirnar í ár, so á hesum økið stendur upp og niður.

 

Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 5,5 milliardir, so hann er 200 milliónir størri enn í fjør. Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava útflutt mest, útfluttu vit eisini fyri 5,7 milliardir átta teir fyrstu mánaðirnar. Fyrstu mánaðirnar í ár var útflutningurin væl minni enn í 2019, men hesar seinastu mánaðirnar hevur hann tikið dik seg, so útflutningurin stendur nú mát við 2019.

 

Útflutningurin av makreli er tann sami sum í fjør í nøgd, ella 49.500 tons, men hann varð seldur fyri 448 milliónir og tað er 20 prosent lægri enn í fjør, so prísurin er nógv lækkaður. Útflutningurin av sild og svartkjafti er hægri, bæði í nøgd og virði.

 

Útflutningurin av laksi er vaksin 17 prosent og var 2,6 milliardir teir fyrstu átta mánaðirnar.

 

Útflutningurin av toski var 550 milliónir og tað er 14 prosent minni enn í fjør og nøgdin var 13.157 tons, ella 17 prosent minni. Nøgdin av upsa minkaði seks prosent, men nøgdin av hýsu vaks 7 prosent.  Í virði var tó áleið tað sama útflutt fyri hesi fiskasløgini sum í fjør.