Hevur Tjóðveldisflokkurin misskilt hvat leiðaraskap er?

Sat og lurtaði eftir fimmaranum í gjárkvøldið, og kundi ikki annað enn undrast,

tá Anita á Fríðriksmørk førdi fram, at tjóðveldispolitikkarar onki høvdu fingið gjørt viðvíkjandi loysing, tí fólkið ikki vildi, men nú kundi okkurt gerast, tí nú vildi fólkið loysing.

Í mínari verð er tað leiðararnir, ið seta kósina út í kortið, og er tað teirra uppgáva, at fáa fólkið við, ikki mótsatt.

Sjálvandi er hettar ikki nakað nýtt fyribrigdi í føroyskum politikki, tí tað ið veruliga e3r trupulleikin er, at vit hava næstan ongar veruligar leiðarar, ið hava eina meining, tora at taka avgerðir og standa við tær avgerðir teir hava tikið, sjálvt um tað fær avleiðingar. Vit hava alt ov nógv av teimum, ið skifta meining, sum onnur skifta hosur, tí ein skal gera øllum til passar.

Viðvíkjandi tí, Bjørn Patursson førdi fram, so má hansara forslag vera eitt tað mest realistiska higartil.

Tað má bera til, at nýta núverandi fíggjarlóg sum grundarlag fyri at kalkulera uttan blokkin, so fólk kann síggja, hvussu ein ætlar at reka hettar samfelag, um ein loysir her og nú. Fólk hevur rætt til at síggja hvørjar avleiðingar/fyrimunir vit hava, um vit frá einum degi til annan, skulu av við blokkin.

Útfrá teimum upplýsingum, ið vilja fyriliggja aftaná eina slíka kalkulatión, hevur hann vanligi føroyingurin nakað veruligt at taka støðu útfrá.


Tórshavn, 12. febr. 1998

Ása Djurhuus