Í 25 ár hevur Jan Fossaberg undirvíst ungum føroyingum í ferðslutrygd. Nú takkar hann fyri seg
Hetta er sum partur av afturvendandi tiltakinum hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd ‘Ferðsludagar’, tá allir 8. flokkar í landinum verða bodnir til ein læruríkan dag um ferðslutrygd.
Hesi 25 árini hava umleið 15.000 tannáringar verið til Ferðsludag. Tað er næstan 28% av fólkatalinum. Tað er stórt og tað ger mun.
Hetta skrivar Ráðið fyri Ferðslutrygd á facebook, og har ynskja tey eisini Jan Fossaberg blíðan byr og siga túsund takk fyri hansara stóra íkast.