Fótbóltur
Nakrir originalar vitja Føroyar millum ár og dag. Ein týskari, sum býr í Rattingen - sum liggur skamt frá Dusseldorf - vitjar í Føroyum í hesum døgum. 52 ára gamli Stephen Schlei hevur tvær stevnur her í lívinum. Onnur er at tumla seg gjøgnum lond. Hann hevur higartil tumlað seg gjøgnum so nógv lond, at talan veruliga er um heimsmet, sum er vorðið innritað í heimsmetbókini hjá Guinness. Stephan Schlei hevur tumlað nær um 1.300.000 kilometrar. Hin stevnan er at vitja flest møgulig FIFA-limalond, og at síggja flest møguligar leikvallir. Stephan setir tó sum mark, at talan skal verða um ein dyst í antin bestu ella næstbestu fótbóltsdeildini í einum FIFA-landi.
Var í Landskrona
Stephan – sum heldur við Fortuna Dusseldorf - sigur, at hann hevur sæð Føroyar spæla á sínum »Tjóðarvølli«. Hetta var í 1991, tá føroyska A-landsliðið tapti 0-5 ímóti Norður-Írlandi í Landskrona. Stephan leggur dent á, at tá á døgum varð Landskrona veruliga tjóðarvøllur føroyinga. 12 ár seinni sá Stephan Føroyar tapa 1-2 ímóti Íslandi á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. 4 dagar seinni fann hann eitt sjónvarp í einari kiosk í Reykjavík, og har sat hann og hugdi eftir EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Týskland. Tá 86 minuttir vóru farnir varð støðan javnleikur 0-0, og sjálvt um Stephan er týskari, so sat hann og vónaði, at føroyingar fóru at halda javnleikin, men tað eydnaðist tíverri ikki.
Farna vikuskiftið sá Stephan sínar fyrstu fótbóltsdystir í Føroyum. Leygardagin varð hann á Svangaskarði, og har sá hann dystin millum B68 og KÍ, sum B68 vann 1-0. Brosandi og entusiastiskt fortelur Stephan um allan vindin, sum varð á Svangaskarði, og um hvussu spælarnir máttu halda bóltinum við deyðbóltsstøður, so skjótast kundi. Dagin eftir vóru veðurgudarnir blíðari, tá hann sá dystin millum B36 og B71 í Gundadali.
Stephan harmast kortini um, at honum ikki býðst høvið at síggja elsta fótbóltsfelagið í Føroyum, TB. Hann er hugtikin av, at eitt føroyskt fótbóltsfelag kann verða frá 1892. Stephan hevði virðismett tað almikið, um TB hevði kunnað spælt ein venjingardyst ímeðan hann er í landinum. Men talan má verða um ein venjingardyst við einum ordiligum dómara, annars telur tað ikki í hagtølunum. So kanska teir í TB og VB/Sumba forbarma seg, og fyrireika ein venjingardyst fyri at gleða ein risastóran týskan fótbóltsfjeppara? Boðini eru hervið farin út!
Andorra og Malta eru sermerkt
Stephan hevur sæð øll tey bestu liðini í teimum bestu fótbóltsdeildunum í Finnlandi, Danmark, Noregi og Svøríki. Hann manglar bert at síggja tveir leikvøllir. Hann manglar at fara til dyst í Frederiksstad á eysturlandinum í Noregi. Eisini manglar Stephan at síggja leikvøllin hjá IFK Mariehamn, sum spælir í bestu finsku fótbóltsdeildini. Stephan gleðir seg at fara ein túr til Álandsoyggjarnar fyri at síggja IFK Mariehamn spæla ein heimadyst. Næsta FIFA-landið, sum er á skránni hjá Stephani, er pinkulýðveldið Andorra. Tað stuttliga við teimum átta liðunum í bestu fótbóltsdeildini í Andorra er, at tey spæla øll sínar ligadystir á sama øki. Haraftrat koma kanska tveir dystir í 2. deild seinni um kvøldið. Soleiðis kann Stephan síggja seks dystir uppá ein dag.
Stephan hevur eisini verið á Malta. Tað stuttliga við Malta er, at øll liðini í bestu maltesisku deildini spæla á Ta’qali Leikvøllinum, sum liggur uttanfyri Valetta. B36 og føroyska landsliðið hava góð minnir frá tí leikvøllinum. Tað verður spælt fríggjakvøld, leygardag og sunnudag í maltesisku liguni. Tað eydnaðist Stephani at síggja 10 dystir í bestu og næstbestu maltesisku deildini innan 45 tímar, meðan hann varð í Malta.
Sá endan hjá DDR
Millum mongu stóru minnini hjá Stephani er, at tað untist honum at síggja síðsta landsdystin hjá DDR, sum varð ímóti Belgia í 1990. Møguliga fáa vit føroyingar ikki tey úrslitini vit ynskja okkum. Men okkara altjóða limaskapur í FIFA gevur okkum nógvar sjáldsamar vinir kring Heimin. Millum teir mest sjáldsomu eru Stephan Schlei. Mikudagin kl. 15.15 kunnu fólk hoyra samrøðuna við Stephan Schlei á Rás2.