Hey, tit í Sambandsflokkinun!

Kann ikki lata vera við at seta tykkum ein stuttan og einfaldan spurning viðv. førda fíggjarpolitikkinum hjá undanfarna landsstýri og tykkara egna boð uppá sama. Tað er neyvan nøkur loyna, at tit líka síðan 1998 hava verið mótstøðufólk av førda fíggjarpolitikkinum her í landinum, sum hevur høvuðsábyrgdina av at vit nú megna at gjalda egnar rokningar

Petur Johannesen

Eitt nú hava tey bæði ungu flogvitini hjá tykkum á tingi, Bárður N. og Johan Dahl nú skrivað so mong lesarabrøv um fíggjarpolitik, at teir báðir eftir mínum tykki áttu at sett beina kós eftir Nobel-virðislønini í búskapi - og tað gjarna í felag. Fíggjarpolitikkurin hevur snøgt sagt áhaldandi og við lítlum haldi í veruleikanum verið "rakkaður niður". Hetta hóðast vit øll vita, at føroyski búskapurin sjáldan hevur staðið á tryggari kletti enn júst nú. Heilt stutt kunnu nevnast metstóra innistandandi í landsbankanum (til at standa ímóti við í verri tíðum) og uttanlandaskuldin, som nú er vend til nettoogn uttanlands.
Fyri at taka eitt av sjónarmiðunum fram, hava tey bæði flogvitini td. skrivað at tær almennu lønarútreiðslurnar eru vaksnar við ikki minni enn 8,7 pct. í miðal um árið (rætta talið er tó 8,1 pct. í miðal um árið, men lat tað fara) fram til 2002. Men teir gloyma í sama viðfangi at nevna, at lønarútreiðslurnar hjá tí almenna at kalla stóðu í stað í tíðarskeiðnum 1989-97 og fyri slettis ikki at tala um, hvussu illa niðurpínt alt tað føroyska samfelagið (eisini lønarlagið) var í 1998 orsakað av kreppuni. Løgið er eisini, at teir gloyma at nevna allar teir mongu batarnar, ið framdir hava verið her á landi síðan 1998 (td. á almannaøkinum, nýggjan smyril og teista, landssjúkrahús, vágatunnil o.s.fr.), og sum undanfarin landsstýri bert kunnu droyma um at hava framt. Harafturat gloyma teir at nevna, at máttloysisblokkurin nú einans telur 6% av samlaðu framleiðsluni her á landi. Vit eru við øðrum orðum vorðin munandi meira sjálvbjargin síðan
1998, samstundis sum allir teir mongu batarnir eru framdir. Eg veit væl av, av Sambandsflokkurin livir av ampa, men tit máttu kunnað um ikki annað so bara roynt at hildið tykkum til veruleikan. Ein onnur andsøgn í tí, sum tey bæði flogvitini bera fram er, at teir halda lítið um, at yvirskotið á fíggjarlógini nú er tódnað, samstundis sum at teir eftirlýsa konjunkturpolitik (!). Hvar er logikkurin?
So til spurningin. Hvat halda tykkara búskapar-orakkul, Magni Laksáfoss og aðrir (sum búskaparfrøðingar), um td. hesi bæði uppskotini (kundi funnið mong slík. Td. kundi eg spurt um ynskið hjá M. Dam um 1000 p-básar við flogvøllin) frá tykkara tingmanning:

·Uppskotið um at stuðla rækjuvinnuni og venda aftur til studningsbúskapin, ið vit kenna alt ov væl?
·Og so mítt favoritt-uppskot: at flyta 800 mió kr. úr landsbankanum í "ein samhaldsfasta"?

?ella sagt á annan hátt: eru hesi bæði uppskot tykkara boð uppá sunnan fíggjarpolitik, ella fari eg skeivur her...???