Heykur og Falkur góðan túr

Fiskurin, sum partrolararnir fáa, er stórur og góður, men í seinastuni hevur heldur meiri verið uppi í veiðini av smærri upsa, og tað halda menn vera hugaligt. Partrolararnir Heykur og Falkur hava gjørt ein rættiliga góðan upsatúr. Teir landaðu í Saltangará í gjár, og veiðan vá 470.000 pund.

Í gjár landaðu eisini partrolararnir Rókur og Lerkur í Saltangará. Teir høvdu roynt í fýra dagar, og veiðan vá 230.000 pund.

Hetta kundi bent á, at upsafiskiskapurin er við at batna aftur, eftir at veiðan hjá skipunum ikki hevur verið líka góð í vetur sum seinasta vetur.

Á landingarmiðstøðini Kongshavn siga tey, at upsin er stórur og góður, men í seinastuni hevur heldur meiri verið uppi í veiðini av 4´arum, tó at talan bert er um eini 5% av samlaðu veiðini.

Mett verður, at tað er gott tekin, at heldur meiri av smærri fiski er uppi í veiðini nú, enn tað annars hevur verið í seinastuni.

Mánadagin landaðu eisini fýra ísfiskatrolarar og eitt garnaskip í Saltangará. Skipini vóru Stjørnan, Polarhav, Stelkur, Bakur og Oknin.