Klaksvíksdreingir eru óførir í kappróðri í ár. Tað vístu teir aftur í dag, tá ið Klaksvíkar Róðrarfelag hevði tveir bátar, sum vóru við í kappingini um fremsta plássið.
Eina góða løtu sá tað út til, at báðir bátarnir fóru at gera seg galdandi, men so varð tað soleiðis, at Fípan Fagra svam frá Sævarmoy.
Hóast klaksvíkingar bjóðaðu av við tveimum bátum, so megnaðu teir kortini ikki at koppa hósvíksdreingjum.
Heykur vann á norðoyastevnu, og Heykur var frá startskotinum við í oddinum, og so at siga allan róðrarteinin var hann fremstur.
Fram ímóti málinum megnaði Fípan Fagra at ota seg heilt fram á stavnin á Heyki, men tá ið bátarnir fóru um málstrikuna, var Heykur stavnin undan Fípuni.
Við tveimum sigrum í tveimum kappingum er Heykur favorittur í FM kappingini. Eisini tí at Sævarmoy var nummar tvey á norðoyastevnu, og Fípan Fagra var nummar tvey ídag.
Kappingin í dag bendi á, at tað fer at verða heilt spennandi, tá ið dreingirnir um eina viku fara at kappast á jóansøku. Á norðoyastevnu var Heykur eina bátslongd fremstur, meðan munurin í dag var væl minni
1 Heykur 05:10:04
2 Fípan Fagra 05:10:06
3 Sævarmoy 05:14:28
4 Royndin Fríða
5 Teistin
6 Drekin
7 Tjaldrið
8 Tekla
9 Tambar
10 Ørnin
11 Knúkur
12 Jallurin
13 Tambar
14 Ørnin
15 Knúkur