Heykur var so nógv fremstur

5-mannafør dreingir: Tveir bátar úr Klaksvík vóru fremstu avbjóðararnir hjá teimum úr Hósvík

Í fjør misti Heykur úr Hósvík á ólavsøku FM heitið, sum Royndir Fríða úr Vági streyk avstað við.

Í dag var Heykur á norðoyastevnu. Manningin var tann sama, sum hon var í fjør, og avrikið í Klaksvík bendi av álvara á, at teir á Heyki av álvara ætla sær at vera við í FM kappingini.

Heykur vann besta startin, og Heykur var fremstur allan róðrarteinin.

Á næstu plássunum kappaðust tveir bátar úr Klaksvík. Fípan Fagra var leingi næstfremst, men framm ímóti málinum var Sævarmoy drúgvari enn liðfelagarnir í Klaksvíkar Róðrarfelag.

 

 

1 Heykur              51035

2 Sævarmoy       51548

3 Fípan Fagra     51830

4 Teistin

5 Royndin Fríða

6 Drekin

7 Tekla

8 Tjaldrið

9 Knúkur

10 Ørnin

11 Tambar

12 Sílið

13 Jallurin