Leygardagin klokkan 15 letur summarframsýningin hjá Heystbólkinum upp í Listahøllini hjá Skipasmiðjuni í Havn.
Hansina Iversen, sum er ein fyrireikari og framsýnari, heldur, at tað kann ørkymla, at Heystbólkurin letur framsýning upp um summarið.
Men listafólkini í bólkinum hava í nøkur ár umhugsað at sýna fram um summarið, tá ið útisetar og ferðafólk eru í Føroyum - og í ár skuldi tað so vera.
Listahøllin í Skipasmiðjuni er fastur táttur í framsýningarlívinum í Havnini, eftir at hava hýst Heystframsýningini á hvørjum ári frá 2005 til 2011.
Eisini hava einstaklingaframsýningar verið um summarið, og um ólavsøkutíð.
Summarframsýningin hjá Heystbólkinum er tó ikki bert ein ólavsøku- og ferðafólkaframsýning, tí tað er listin, sum verður sett í hásæti, siga tey.
- Tað er listin, ið er drívmegin í Heystbólkinum. Bólkurin er samansettur av ógvuliga ymiskum listafólki, men øll hava listina sum høvuðsmál.
Tey siga, at saman við listini, hava hesi heilt serligu hølini megnað at hildið hesum hópi av listafólkum saman í øll hesi árini, tó at limirnir í bólkinum eru spjaddir um fleiri lond.
Eitt týdningarmikið mál hjá bólkinum er, at tað altíð eru nýggj verk hjá hvørjum einstøkum listafólki, ið verða framsýnd.
Tey, ið eru við á framsýningini í ár, eru: Andrias Andreassen, Bárður Jákupsson, Bjarne Werner Sørensen, Brandur Patursson, Hansina Iversen, Hjördis Haack, Marius Olsen, Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Tummas Jákup Thomsen og Zacharias Heinesen. Gestur er Ilona Raipala úr Finlandi.
Á myndini eru tvey listaverk hjá Bjarne Werner Sørensen, sum eru við á framsýningini.